Ríkt handilslív við Norðskála

Við Norðskála er handilsøkið rímiliga væl útbygt seinnu árini, og her hevur eisini verið nógv sethúsabygging

NORÐSKÁLI

Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu, sigur, at kommunan í løtuni hevur eini 40-50 grundøkir tøk í ymisku bygdunum í kommununi.
- Nógv sethúsabygging hevur verið, og framvegis standa fleiri hús í gerð ymsastaðni í kommununi. Tað vísir seg, at fólk rættiliga hava fingið eyguni upp fyri, at Sundalagið – heilt úr Hósvík og norður til Norðskálar - er eitt áhugavert og sentralt øki í Føroyum.
Hann vísir á, at hálvur tími er í bili bæði til Havnar, Vágar og Klaksvíkar, og soleiðis heldur hann, at hetta økið – mitt í hjartanum í Føroyum – hevur eina bjarta framtíð.
- Øll, sum kundu hugsað sær at sett seg niður her í kommununi, eru vælkomin at venda sær til okkara, leggur hann aftrat.
Seinnu árini hava fleiri av bygdunum í kommununi verið í rættiligari menning, og nógv sethúsabygging hevur verið.
- Við Norðskála er eitt handilslív sprottið, og tað dregur eisini fólk til sín, sigur Trygvi K. Joensen, formaður í teknisku nevnd í Sunda kommunu.