Saudiarabiski prinsurin Alwaleed bin Talal , sum sigst vera tann ríkasti arabarin í heiminum, hevur sambært blaðnum Arabian Business mist umleið fýra milliardir dollarar í ár orsakað av fallandi virðisbrøvum og altjóða fíggjarkreppuni.
Men hóast tann ovurstóra missin er bin Talal framvegis tann ríkasti arabarin. Arabian Business, sum kemur út í Dubai, skrivar, at prinsurin eigur góðar 17 milliardir dollarar eftir.
Saudiarabiski prinsurin eigur millum annað nógv partabrøv í bankanum Citigroup, og hann verður javnan umrøddur sum tann arabiski Warren Buffet.