Røkke skal umvæla

Norska stórfyritøkan Aker Kværner hjá kenda vinnulívsmanninum Kjell Inge Røkke væntar at sleppa at umvæla ein part av oljuútbúnaðinum, sum fekk skaða í ódnarveðrinum í amerikonsku suðurstatunum.

Fyritøkan hevur ikki fingið nakrar fyrispurningar enn, men talsmaðurin hjá Aker Kværner, Torbjørn Andersen, sigur við blaðið VG, at fyritøkan er til dystin fús, og at hon hevur tann neyðuga førleikan. Fyribilskanningar hava víst, at partar av oljuútbúnaðinum í suðurstatunum fingu stóran skaða av "Katrinu". Aker Kværner hevur eisini eitt ávíst virksemi har, men útbúnaðurin hjá norsku fyritøkuni slapp rættiliga væl burtur úr ódnarveðrinum, skrivar VG.

Amerikanska deildin hjá Aker Kværner tekur lut í hjálpararbeiðinum aftan á ódnina. Eitt nú hava starvsfólkini savnað pening til tey neyðstøddu.