Ein av størstu inntøkukeldunum hjá Grønlandi - rækjurnar - hava í øðrum fjórðingsári í ár havt eitt prísfall á 17 prosent samanborið við somu tíð í 2016.
Tað veit heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - at siga og vísir til tøl hjá Grønlands Statistik.
Grønlendska heimastýri hevur í fíggjarlógini roknað við 185 miljónum krónum frá rækjuvinnuni, og tí verða tað ikki bara rækjufiskimenn, sum missa inntøkur, men eisini landið.
Við prísunum á svartkalva og toski gongur betri. Hesir eru í øðrum fjórðingsári í ár øktir við ávikavist einum prosenti - og 11 prosentum, vísa tøl hjá Grønlands Statistik.