Rækjuflotin skal varðveitast

Framsøgumaður Javnaðarfloksins í vinnumálum, Henrik Old, skilir, at semja er innanhýsis í flokkinum um, at rækjuflotin skal varðveitast. Hann vil kortini ikki greiða nærri frá, hvussu rækjuflotin skal bjargast, tí flokkurin skal fyrst umrøða spurningin.

Framsøgumaður Javnaðarfloksins í vinnumálum og formaður í vinnunevndini, Henrik Old, sigur, at flokkurin í næstum fer at viðgera spurningin um afturbering av skatti til rækjuvinnuna.
-Upprunaliga høvdu vit eitt uppskot í samgonguni um at býta eykakvoturnar í Barentshavinum til rækjuskipini at fiska ella selja, men flokkarnir í samgonguni kundu ikki semjast um uppskotið. Spurningurin um rækjuvinnuna er eitt ógvuliga trupult mál at meta um, og í næstum fara vit at taka støðu til uppskotið hjá Bárði Nielsen, sigur Henrik Old.

Ikki avgjørdir
Spurdur, hvørja støðu Javnaðarflokkurin hevur til at veita vinnulívinum stuðul, svarar framsøgumaðurin í vinnumálum, at flokkurin hevur ikki eina avgjørda støðu í málinum.
- Vit skulu sjálvsagt meta um vit yvirhøvur skulu hava ein rækjuflota í framtíðini. Innanhýsis í flokkinum skilji eg at semja er um, at vit eiga at leggja nógv fyri at varðveita flotan, sigur Henrik Old
Formaðurin í vinnunevndini vil kortini ikki greiða nærri frá, hvussu rækjuflotin skal bjargast, tí flokkurin skal fyrst umrøða spurningin.

Er ikki stórur ótti fyri, at skipanin við afturbering av skatti gerst endalig, hóast samgongan setur eitt tvey ára áramál á hana?
-Tað ber ongantíð til at útihýsa møguleikanum fyri at hon verður endalig, tí tað er løgtingið, ið eigur endaliga orðið. Heldur løgtingið at tað er skilagott at halda á við somu skipan um tvey ár, ja so heldur skipanin fram, sigur framsøgurmaður Javnaðarfloksins.