Rækjuflotin
Í Sosialinum herfyri vísti Bjarni Petersen, skipari á rækjutrolaranum, Arctic Viking, á, at ein gongd leið burtur úr truplu støðuni hjá rækjuflotanum hevði verið, at skipini sluppu undir eina FAS-líknandi skipan. Hann helt ikki, at hetta átti at verið so trupult, tá ið vit frammanundan hava eina slíka skipan fyri farmaskipini.
- Rækjuflotin fiskar ikki ? eins og onnur langfaraskip ? av kvotum, sum verða rindaðar við fiski undan Føroyum, men av kvotum, ið flotin sjálvur gjøgnum árini hevur útvegað sær søgulig rættindi til.
Bjarni Petersen helt, at nú rækjuflotin stendur til at fara fyri bakka, hevði ein FAS-líknandi skipan bøtt munandi um støðuna.
Eingin bjarging
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at hann er vitandi um truplu støðuna hjá rækjuskipaflotanum, men at ongar ítøkiligar ætlanir eru frá almennari síðu um at taka hond um hendan partin av flotanum.
- Tað er ikki hugsandi, at vit aftur fara at stuðla vinnuni við beinleiðis stuðli, men spurningurin er, hvussu vit í aðrar mátar kunnu stuðla rækjuflotanum við samráðingum, sum kunnu geva flotanum øktar møguleikar og betri umstøður.
Landsstýrismaðurin er eisini vitandi um argumentið, at rækjuskipini ikki veiða av kvotum, sum verða rindaðar við fiski undan Føroyum.
- Vit fylgja við, hvussu gongdin er, og í hesum sambandi hava vit
havt fundir við umboð fyri rækjuvinnuna og grannskoðarar hjá reiðaríunum. Tøl eru sett upp, og tosað hevur verið aftur og fram um, hvørjir møguleikar eru.
Jacob heldur tó ikki, at ein FAS-líknandi skipan kann hjálpa
rækjuskipaflotanum burtur úr kreppuni, tí soleiðis, sum støðan er, munar ein tílík skipan ov lítið.
- Ein FAS-líknandi skipan ger lítlan og ongan mun hjá fleiri av
skipunum, sigur hann.
Veldugur tørvur
Landsstýrismaðurin sigur, at fíggingartørvurin hjá rækjuskipaflotanum er velduga stórur og táttar upp ímóti 100 milj. krónum.
- Vit hava skilt, at bert tvey skip høvdu líkinda úrslit í fjør og
hóraðu so nøkulunda. Øll hini høvdu hall.
Jacob sigur, at fleiri rækjuskip standa í nógvum peningi, og soleiðis sum støðan er nú, gongur tað niður á bakka hjá teimum øllum.
- Eigarar av rækjuskipum ringja av og á og spyrja, hvussu vorðið er ? og um landsstýrið ætlar at taka nøkur stig, men sum eg nevndi, fyriliggur eingin ítøkilig ætlan um at stuðla flotanum beinleiðis, sigur hann.
Jacob vísir á, at løgtingið júst hevur heitt á landsstýrismannin um
at seta eina skjóttarbeiðandi nevnd at viðgera langfaraflotan og herundir eisini rækjuskipaflotan.
- Mín sannføring er tó, at einki er bara hvítt ella svart. Tí haldi eg
ikki, at tað - uppá forhond ? er rætt at siga, at tað als ikki kann koma uppá tal at hjálpa rækjuskipaflotanum burtur úr kreppuni, nú útlitin hjá flotanum eru so sera vánalig.
Oysa á marknaðin
Landsstýrismaðurin sigur, at kanska fer tað at hjálpa flotanum eitt sindur, um oljuprísurin, soleiðis sum útilitini eru, fellur.
- Hinvegin vísir tað seg, at tá ið prísurin á rækjunum fellur, oysa kanadiumenn og grønlendingar bara fleiri rækjur inn á marknaðin, og tað gongur so aftur útyvir prísirnar, sum okkara skip fáa, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.
Í blaðnum herfyri segði Bjarni Petersen, at manningarhýrurnar umborð á føroysku rækjuskipunum eru nógv hægri enn umborð á teimum skipum, vit kappast við.