Leygarkvøldið verður eitt serstakt høvi at hoyra kenda klaksvíksbólkin Grandma?s Basement spæla live í Havn.
Tað er fótbóltsfelagið GIZA sum tá bjóðar til eitt tónleikatiltak í ítróttarhøllini á Hálsi.
Bólkurin gav í summar út eina fløgu, sum fólk í stóran mun hava tikið væl undir við. Nú verður so høvið at hoyra teir ídnu tónleikararnar í eini live-framførslu.
Tað verða kortini ikki einans teir sum fara á pallin hetta kvøldið. Ein annar bólkur, mannaður við ungum monnum úr Havn, nevndur Zemick fer eisini at spæla. Dansibólkurin 7Keres (Shakers) sleppur eisini at framføra fyri fólkinum, eins og plátuvendari fer at undirhalda í steðginum.
Konsertin í ítróttarhøllini byrjar klokkan 23, og kunnu atgongumerki keypast við inngongdina.
Peningurin fer til virksemið í fótbóltsfelagnum GIZA, sum í ár hevur havt lið bæði hjá monnum og kvinnum.