Hesin niðurskurður hevur higartil kostað landskassanum 3.202 mió. umframt fastfrystingina, so talan er um rættiliga stóra upphædd, sum kundi verið nýtt til at gera gott við til tey sum búgva her á landi.
Hetta má sigast at vera sera ábyrgdarleyst, tí blokkurin er ætlaður til at gera mun í føroyska samfelagnum, soleiðis at vit kunnu hava tænastur til øll, sum her búgva, eisini tá Føroyar hava fíggjarligar trupulleikar og kreppan rakar, millum annað tá okkara høvuðsvinna, fiskivinnan, svíkur.
1 mió. um dagin í fruminntøkum hevði gjørt stóran mun.
Av tí at serliga fiskivinnan kann svinga sera nógv búskaparliga,
rakar blokkniðurskurðurin sera hart, og tað eru nógv, ið merkja avleiðingarnar av hesum niðurskurði, tí ógvusligar sparingar merkja skerdar vælferðartænastur.
Tí er tað sera alvorligt, at politikarar taka avgerðir, sum kosta so dýrt fyri tey, sum búleikast her á landi. Rættindi, sum vera blakað burtur í óðum verkum