Røkist endiliga fyri loysn í Ánunum

Eftir ætlan skuldu fyrstu familjurnar flyta inn í arkitektteknaðu húsini í Ánunum í august í fjør, men byggifeilir og fíggjartrupulleikar hava gjørt, at húsini enn standa óliðug. Men nú røkist kanska fyri einum enda á málinum

Tað byrjaði sum ein stórsligin verkætlan, har 15 arkitektteknaði hús úr fyrstaflokstilfari við frábærum útsýni skuldu byggjast í Ánunum. Eftir ætlan skuldu húsini standa liðug í august mánaði í fjør, men skjótt gjørdist greitt, at henda tíðarætlanin ikki fór at halda. Byggifeilir og væntandi fígging úrslitaðu í, at stórsligna verkætlanin steðgaði upp og varð útsett fleiri ferðir.


Trupul byrjan

Jónbjart Thomassen eigur JFT Connectors, sum stendur fyri byggingini, harmast at verkætlanin er so nógv seinkað, sum hon er, men er hóast alt fegin um at gongd nú er komin á aftur.

- Tað vísti seg at verða sera trupult at fáa at hanga saman í byrjanini, men nú er endiliga gongd komin á aftur, sjálvt um tað er nógv seinkað. Tað vísir seg at man tekur for nógv fyri, og sigur ja til alt for nógv, greiðir Jónbjart Thomassen frá.

Síðan verkætlanin fór í gongd er eisini nógv hent á altjóða fíggjarmarknaðinum, har subprime kreppan hevur gjørt um seg. Hetta hevur uttan iva eisini ávirkað í tann mun, at fíggjarstovnarnir eru varnari við at læna pening út til húsakeyp og húsabygging.


Feilirnir rættast

Trupla byrjanin stóðst millum annað av, at talan vísti seg at verða um nakrar byggifeilir, sum vóru gjørdir. Afturat tí segðist fíggjargrundarlagið at ridla undir verkætlanini, men hesum avvísir Jónbjart Thomassen.

- Vit hava eitt fínt forhold til Eik Banka, sum fíggjar verkætlanina, sigur Jónbjart Thomassen.

Í fjør fór verkætlanin nakað av sporinum, og hevur fyri tað mesta ligið still eina góða tíð. Men nú røkist fyri einum enda á trupulleikunum. Articon er komið inn í bílætið fyri eina tíð, har teir skulu verða við til at rætta teir feilirnar, sum vórðu gjørdir upprunaliga.

- Nú røkist endiliga fyri einari loysn á jólum. Tá verða tey húsini, sum eru seld, liðug, greiðir Jónbjart Thomassen frá.


Fimm av 15 seld

Upprunaliga byggiverkætlanin ljóðaði uppá 15 hús, sum skuldu verða liðug til August. Men sum verkætlanin spakuliga fór av sporinum, hevur tað víst seg at nøkur eru lopin frá. Nú verða tey fimm húsini, sum eru seld, gjørd liðug til jólar, og verður tá klárt hjá teimum fyrstu familjunum at flyta inn.

Viðvíkjandi hinum 10 húsunum, greiðir Jónbjart Thomassen frá, at eini fimm hús enn hanga í leysari luft, meðan tey seinastu fimm enn eru til sølu.

- Nú fáa so tey fyrstu fimm húsini, sum eru seld, fyrstu raðfesting, og verða tey so gjørd liðug til jólar. Nakað manglar enn at gera, men eg haldi at tað er tíð nokk til at halda ta tíðarætlanina. Tá so tey verða liðug, kunnu vit seta fokus á hini húsini, sum enn mangla, vísir Jónbjart Thomassen á.

Eftir øllum at døma røkist nú endiliga fyri einari loysn á byggiverkætlanina norðuri í Ánunum, sum í langa tíð hevur hingið í leysari luft. Spennandi verður so at vita, hvussu tað fer at eydnast við teimum húsunum, sum enn ikki eru seld.