Fyri nøkrum døgum síðani frættist (úr Danmark, sjálvandi), at føroyingar høvdu gjørt eina fullkomiliga útskifting í samráðingarstøðinum fyri fundinum við donsku stjórnina 2. mai. Hetta kundi boðað frá góðum, tí dag undan degi er tað blivið alt meira greitt, at føroyska samráðingarnevndin á fyrsta fundinum bert gjørdi sjálvmál ? og tað í hópatali.
Óprofessionellir provokatørar
Sum danskir fjølmiðlar og FF-blaðið í Føroyum hava víst á, er tann mynd, sum landsstýrið og tess fjølmiðlar hava borið føroyingum um samráðingargongdina á fyrsta fundinum ógvuliga langt frá veruleikanum. Samgongan roynir at fortelja okkum, at danir vóru ólátaðir og tóku føroyingar á bóli við eini stivrendari støðu, samstundis sum teir lótu almenninginum upplýsingar, sum teir høvdu fingið í trúnaði. Men nú vísir tað seg, at landsstýrið kravdi allar samráðingar myrkalagdar, legði fyri stjórnina lyklatøl, ið vóru burturúr vón og viti og skuldsetti danskar ráðharrar at vera ósiviliseraðar. Harafturat hevði landsstýrið, bert fáar dagar undan samráðingarfundinum eitt fjølmiðlashow ? sum vanligt uttan ein einasta kritiskan spurning ? har danir fingu eina rokning á millum 30 og 90 milliardir fyri NATO støðirnar í Føroyum. Henda taljongleran í sjálvum sær var nóg mikið til longu frammanundan at forpesta samráðingarandan. Og tá so landsstýrið harafturat á sjálvum samráðingarfundinum royndi at gíðslataka donsku stjórnina, er ikki so løgið at landsstýrið fekk eitt mótspæl, sum eftir stuttari løtu gjørdi, at landsstýrið mátti biðja um time-out.
Time-out og out og out
Eftir fundin royndi landsstýrið at lata seg í martýrbúna. Væl stuðlaðir av føroysku miðlunum gjørdu tey eitt stórt nummar burturúr, at forsætismálaráðharrin fór á tíðindafund einsamallur. Hetta var óreint, søgdu tey.
Men eisini hetta, vísir tað seg nu, var ein reingjan av tí, sum veruliga fór fram. Tað er nevnliga komið fram, at danir fleiri ferðir sendu boð til føroysku samráðingarnevndina ?sum nú hevði hildið time-out í fleiri tímar ? at nu mátti avtalaði tíðindafundurin haldast. Tíðindafólkini høvdu tá bíða í tímar og dead-line nærkaðist. Tó ? landsstýrið var ikki sinnað at enda sítt time-out. Og tískil fór forsætisráðharrin einsamallur á tíðindafund. Á tíðindafundinum greiddi hann so frá, hvat stjórnin hevði sagt á samráðingarfundinum. Men sambært firtnu landsstýrisfólkunum var tað ólátað av forsætismálaráðharranum at greiða tíðindafólkunum frá, hvat danska stjórnin hevði sagt. Í heila tikið sýnist tað sum um landsstýrið heldur, at danskir politiskir myndugleikar ikki hava rætt til at hava eina meining í málinum. Hetta hóast landsstýrið ætlar at binda danskar myndugleikar fíggjarliga og umsitingarliga í mong ár framyvir. Danir skulu ikki ditta sær at hava nakra meining um, hvussu teirra framtíðar leiklutur skal verða.
Konfrontasjónskós
til heimabrúks
Tá landsstýrið langt um longi mátti ásanna, at óprofessionella diktatkósin ikki eydnaðist, bleiv øll orka løgd í at hjúkla um heimabeitið. Samfeldu miðlarnir í Føroyum ? við FF-blaðnum sum glógvandi undantakinum ? blivu spentir fyri martýr- og konfrontasjónsvognin. Endamálið var týðuliga eftir Dalgaska setninginum ?Hvad udad tabes, skal indad vindes?. Einastu ráð vóru at píska upp eina kenslu í Føroyum av at vera órættvíst viðfarin. Soleiðis skuldi áhugin í Føroyum fáast burtur frá jánkasliga útpælinum hjá landsstýrinum. Og spoleiðis skuldi sjóneykan vendast burtur frá tí veruleika, at ætlan samgongunnar ikki hongur saman ? hvørki búskaparliga ella ríkisrættarliga ? og vil merkja minni sjálvstýri og eitt karrátt láglønarsamfelag við minkandi fólkatali.
Men tað fer ikki at bera samgonguni til áhaldandi at snúgva sær uttanum sjálvgjørdu trupulleikarnar. Er nakar í samgonguni veruliga áhugaður fyri eini veruligari, varandi og virðiligari loysn í ríkisrættarspurninginum, er tað í tøkum tíma at tey taka annað skinn um bak. Annars er stórur vandi fyri, at alt dettur á gólvið og endin verður eitt framhaldandi eljustríð, sum fer at forða fyri viðgerð av øllum øðrum spurningum í mong ár framyvir.
?Virtual reality?
So tá tað herfyri kom fyri ein dag, at landsstýrið ætlaði at saðla um, vóru kanska nøkur, sum hildu, at nú hevði løgmaður gjørt bart ? hevði stongt fyri órealistisku konfrontasjónsleiðini, ja, kanska enntá hevði ásannað at skal nakað røkkast er neyðugt at skerja provokatørin og kanska lata hann sita heima eftir.
Men so var ikki. Í staðin boðar landsstýrið frá, at nú hevur man funnið eitt nýtt katalog, har innihaldið er hitt sama, men litirnir eitt sindur annarleiðis.
Og harafturat leggur løgmaður nýggj konfliktøki fram ? og enn einaferð heimagjørd. Enn einaferð roynir landsstyrið at leggja fyri stjórnina ultimatum, sum í roynd og veru er politisk gíðslatøka. Nú skal danska stjórnin binda seg í forhond til programm landsstýrisins.
Á heimafrontinum leggur løgmaður hetta út sum at danir, um teir ikki ganga undir kravboð landsstýrisins, kvetta alt samband og alt samstarv við Føroyar.
Og hetta hóast allir danskir politikarar ? úr øllum ættum og á øllum stigum ? greitt hava sagt, at líkamikið hvør útgangurin verður, so verður framhaldandi samstarv og samband millum Føroyar og Danmark. Men teir tilskila sær sjálvsagt rætt til at verða við til at avgera, hvussu hetta samstarv skal vera. Og teir tilskila sær rætt til sjálvir at avgera, hvussu nógv og hvussu longi teir vilja gjalda og hvussu teirra umsiting skal brúkast í hesum samstarvi.
Niðurstøðan er tíverri, at beint undan øðrum samráðingarfundi finnur løgmaður nýggj konfliktøki, leggur hann fótonglar fyri samráðingunum. Og tað pínliga er, at hesar andsagnir eru sjálvuppfunnar. Ja, landsstýrið sýnist at liva í tí, sum á nútíðarmáli verður rópt ?virtual reality?.
Og tá eru útlitini vánalig.
Bergur P. Dam