Higartil hava teir størru flokkarnir á Fólkatingið ikki givið til kennar sína støðu í málinum, men nú hava bæði tey Konservativu og Javnaðarflokkurin boðað frá, at tey fara at atkvøða fyri at reisa eina ríkisrættarsak ímóti fyrrverandi ráðfrúnni.
– Tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum hevur við støði í løgfrøðiligu metingunum gjørt av at taka undir við, at Fólkatingið reisir eitt ríkisrættarmálið, skrivar Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í tíðindaskrivi í morgun.
Umframt Javnaðarflokkinum stuðla Eindarlisitin SF, Radikalu Vinstru, Konservativu, Liberal Alliansa, Alternativi, Tey Frælsu Gr.nu og leysgangarin Simon Emil Ammitzbøll at reisa málið ímóti Inger Støjberg.
Hinvegin hava Danski Fólkaflokkuin, Nýggju Borgarligu og fyrrverandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sagt, at tey taka ikki undir við einum ríkisrættarmáli.
Málið hevur verið ávegis leingi. Fyrr í mánaðinum mettu tveir óheftir advokatar yvir fyri Fólkatinginum, at ein tað eru rímulig sannlíkindi fyri, at fyrrverandi næstforkvinnan í Vinstra kann dømast í einum slíkum máli.
Málið snýr seg um eini ólóglig boð um at skilja sundur eitt flóttapar, har annar parturin var undir myndugleikaaldri. Tað hendi í 2016, tá Inger Støjberg var útlendinga- og integratiónsráðfrú.