Tá samgongan roynir at sannføra okkum um, at vit eiga at stuðla hennara kós í ríkisrættarspurninginum, brúka tey aftur og aftur nøkur tølandi gandaorð at balla veruliga innihaldið inn í.
Við messandi uppafturtøku verða hugtøk sum greiðar linjur, greitt ábyrgdarbýti, greitt valdsbýti, evstavald og samstarv á jøvnum føti knýtt at ætlan samgongunnar. Men enn vantar ein útgreining av, hvussu alt hetta hongur saman við ætlaða politikkinum. Enn er hetta ikki annað enn glæstrimyndir.
Delegeringshurlivasin
Kjarnin í samgonguætlanini er, at tey sum fyrsta stig
?- opretter Færøerne som en fri og suveræn stat?
og at henda loysing
?- bliver meddelt FN og forankret i folkeretten?
sum tað stendur í almennu fráboðanini frá Landsstýrinum, ið er send øllum donskum politikkarum.
Hetta er - siga tey - fyri at knæseta at evsta vald og evsta ábyrgd er hjá Løgtinginum.
Men í sama andadrátti grugga tey valds- og ábyrgdarbýti. Tey ætla ikki, at hesin suverenitetur skal verða annað enn kosmetikkur. Tí beinanvegin skulu málsøkini ?afturdelegerast? til danir at umsita.
Ásannandi, at vit ikki uttan nakað kunnu átaka okkum umsitingina av stórum málsøkjum - sum t.d. dóms- og løgreglumál - hvørki fíggjarliga, fyrisitingarliga ella starvsfólkaliga annars, ætla tey at tveita ábyrgdina og valdið út í bláan heim.
Hetta merkir, at vit fyri øllum heiminum skulu kunngera, at nú hevur Føroya Løgting evsta vald og evstu ábyrgd av øllum málsøkjum. Men samstundis skulu vit biðja embætisverkið í einum øðrum ?fri og suveræn stat?, nevniliga danska embætisverkið, um- og fyrisita veldug málsøki.
Fløkt ábyrgd
Í Danmark hava tey ráðharraábyrgd. Tað merkir, at um danskt embætisverk fremur eitthvørt fyrisitingarligt misbrot, so er tað danski ráðharrin, sum í síðsta enda ábyrgdast.
Men hvør, ið ábyrgdina hevur, um danskt embætisverk fremur fyrisitingarligt misbrot í umsitingini av málsøki hjá fría og suverena statinum Føroyum, ber ikki til at siga. Um danska embætisverkið innan dómsvaldið fremur misbrot í fyrisitingini av føroyska - útliciteraða - dómsvaldinum, ber ikki til at siga, hvørt tað er føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum, ella tað er danski justitsministarin, ið hevur ábyrgdina.
Soleiðis arbeiðir samgongan í rama álvara við eini skipan, ið ger ábyrgdarbýtið meira fløkt enn tað nakrantíð hevur verið. Ja, ein skipan har øll ella ongin hevur ábyrgdina.
Fløkt vald
Í spurninginum um valdsbýti rennur samgongan seg í sama trupulleika. ?Færøerne som en fri og suveræn stat? skal afturdelegera málsøki. Og hvør ið hevur lóggávuvaldið á hesum málsøkjum, ber ikki til at siga.
Danska embætisverkið virkar eftir danskari lóggávu og undir donsku rættarskipanini. Eftir hvørji lóggávu danska embætisverkið skal umsita málsøki hjá fría og suverena statinum Føroyum, ber ikki til at siga. Men fáur man ivast í, at danskir myndugleikar fara klárt at vísa aftur, at leggja partar av danska embætisverkinum undir lóggávuvaldið hjá einum øðrum stati - og tað í óásetta tíð. Og tá hava vit á hesum øki somu fløkju, sum í spurninginum um evstu ábyrgd. Ein skipan har øll ella ongin hevur lóggávuvaldið.
Ófyrireika
Í veruleikanum arbeiðir samgongan fram ímóti eini støðu, har Føroyar í mong ár verða stýrdar eftir umsum ?hovsa loysnum?. Tey dylja, at í roynd og veru fer teirra politikkur at merkja, at vit fáa minni sjálvstýri og minni sjálvræði enn frammanundan, tí ongar veruligar fyrireikingar verða gjørdar at taka á seg vald ella ábyrgd.
Tvørturímóti at loysa vandamálini við ógreiðum valds- og ábyrgdarbýti, skapar samgongukósin enn størri ógreiðu. Tvørturímóti at finna fram til eina virðiliga, veruliga og varandi loysn á ríkisrættarspurninginum, ætlar samgongan at gera nakað, sum mest av øllum minnir um ríkisrættarligt gyrðislop.
Gyrðislopið (bungy jump) er eyðkent av at tú lætst loypa út í fría lopið, men tá til stykkis kemur, ert tú íbundin eitt elastikk, sum varveitir sambandið við pallin, so tú allíkavæl ikki ert leysur - bert hjálparleysur. Tá tú so hongur og darlar við elastikkendan mugu hjálparfólk toga teg upp á turt aftur.
Fáfongd
Her er ikki talan um eina væl skipaða verkætlan, sum hevur til endamáls at vinna føroyingum og landi okkara stærri frælsi og víðari ræsur. Nei, tess meira vit kanna politikkin hjá samgonguni, tess týðiligari kemur fram, at her fyrst og fremst er talan fáfongd.
Samgongan ætlar at bjóða føroyingum eina óvirðiliga ikki-loysn í ríkisrættarspurninginum. Tí kunnu tey heldur ikki krevja, at øll onnur tigandi skulu svølgja.
Bergur P. Dam