Ríkisfelagsskapurin á ríkisfund

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vil hava eina nýggjan skipan í ríkisfelagsskapinum. Hesum boðaði hann frá á ólavsøku og í viðtalu við Politiken sunundagin. Løgmaður fer at umrøða ríkisfelagsskapin á ríkisfundinum í Grønlandi um tvær vikur

- Eg ætli mær at umrøða áleikandi mál Føroyar og Danmarkar millum, ið hava verið frammi seinasta árið. Eitt nú, hvussu ein framtíðar modernisering av ríkisfelagsskapinum kundi sæð út.

Tað skrivar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í svari til Gunnvør Balle, tingkvinnu, sum hevur sett honum skrivligan fyrispurning um ríkisfundin í Grønlandi um tvær vikur.

Gunnvør Balle vildi vita, um løgmaður fór at umrøða sín dreym um ein ríkjafelagsskap á ríkisfundinum.

Tað fer løgmaður, men hann hevur enn ikki boðað Helle Thorning-Schmidt og Kuupik Kleist frá hesum.

- Tað er vanligt, at vit stjórnarleiðarar siga hvør øðrum frá frammanundan, um stórmál eru at tosa um. Tað havi eg ikki gjørt enn, svarar løgmaður.

Ikki raðfest fremst
Gunnvør Balle vildi eisini vita, hvussu átrokandi henda ríkisrættarligi nýskipanin er í verandi samgongusamstarvi. Enn er hetta ikki meira enn ein dreymur, sigur løgmaður.

- Hetta er ikki fyrsta mál á skrá hjá verandi samgongu. Onnur áleikandi mál verða at taka upp fyrst. Tá ið málið verður tikið upp, mugu nærri umhugsanir gerast, hvussu farast skal fram, skrivar Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í svarinum.