Keypmannahavn: Hósdagin var ráðstevna í felagssalinum í danska Fólkatinginum. "Er nøkur framtíð í ríkisfelagsskapinum?" var uppleggið frá fyrireikarunum, sum var Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi.
Ein av fyrstu røðarunum var Hans Engell. Hann svaraði beinanvegin spurninginum noktandi.
- Ríkisfelagsskapurin hevur onga framtíð í verandi líki. Tað eru heilt greiðar ábendingar um, at Føroyar og Grønland bæði vilja hava størri frælsi í felagsskapinum og vilja virka á jøvnum føti við onnur lond og onnur fólk. Tí mugu danskir politikarar taka tær røttu avgerðirnar, áðrenn sambandið millum londini versnar enn meira, segði Hans Engell.
Engell hevur fyrr verið ein av fremstu politikarunum í Danmark. Í áttatiárunum var hann verjumálaráðharri, og seinni var hann løgmálaráðharri í stjórnini hjá Poul Schlüter. Síðan gjørdist hann formaður í Konservativa flokkinum, áðrenn hann tók seg aftur í 1997.
Nú situr hann aftur í einum heitum stóli. Hans Engell er í dag blaðstjóri á Ekstrablaðnum, sum er við til at skapa danska kjakið.
Ein uppgerð krevst
Hans Engell legði dent á, at danir mugu gera upp við seg sjálvar, hvat teir í veruleikanum vilja við ríkisfelagsskapinum við Føroyar og Grønland.
- Vilja danir nakað við ríkisfelagsskapinum? Um svarið er ja, hvat er hetta nágreiniliga, spurdi Hans Engell. Danmark skal ikki tosa við føroyingar, sum vóru teir undirsáttar hjá dønum, men hinvegin er respektin fyri hvørjum øðrum avgerandi, segði fyrrverandi toppolitikarin á áhugaverdu ráðstevnuni.
Hinvegin vísti hann á, at tað eru Føroyar og Grønland, sum skulu avgera, um ríkisfelagsskapurin skal avtakast.
Hans Engell segði seg ikki skilja støðuna hjá donsku stjórnini, at Føroyar og Grønland kunnu fáa blokkstuðul í óavmarkaða tíð, so leingi tey vilja vera verandi í felagsskapinum, men so skjótt londini vilja hava størri sjálvstýri, so er stuðulin sera avmarkaður. Hví danskar stjórnir hava slíka stívrenda støðu, skilir blaðstjórin als ikki.
Hans Engell legði afturat, at hann væntaði, at føroyingar og grønlendingar kunnu vænta sær 10-20 prosent lægri livistøði, um blokkstuðulin hvørvur.
Hann vísti hinvegin á, at tá Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, førdi tann beinharða politikkin mótvegis Føroyum undir sjálvstýrissamráðingunum, fekk hann stuðul frá Fólkatinginum og danska fólkinum.
Ríkisfelagsskapurin lítlan áhuga í Danmark
Sum blaðstjóri fylgir Hans Engell væl við í, hvat rørist í danska fólkinum. Hann segði, at meðan kjakið um ríkisfelagsskapin fyllir sera nógv í føroyskum og grønlendskum fjølmiðlum, so fær hann sera lítið pláss í donskum miðlunum.
Hetta vísir, at danir ikki geva ríkisfelagsskapinum eins stóran ans sum grønlendingar og føroyingar.
Hans Engell endaði við at siga, at felags mugu londini í ríkisfelagsskapinum finna eina nýggja leið, so at allir partar eru nøgdir, um felagsskapurin skal hava nakran framtíðar møguleika. Hann legði afturat, at 600 ára felagsskapur ikki verður kvettur eftir einum degi, og at tjóðskaparspurningurin eftir hundrað ára togtogan framvegis býtir tað føroyska fólkið í tvær krígslegur.










