Ríkisfelagsskapurin fram um seráhugamál hjá SF

Politikkurin hjá Ríkisfelagsskapinum í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, verður framvegis til fyrimuns fyri Føroyar og Grønland, hóast Socialistisk Folkeparti roynir at seta egin áhugamál fram um áhugamálini hjá samlaða Ríkisfelagsskapinum.

Áhugamálini hjá tí sameinda Ríkisfelagsskapinum viga meira í uttanríkispolitiskum samanheingi enn seráhugamálini hjá Socialistisk Folkeparti (SF). Tí fer danska stjórnin framhaldandi at umboða og verja føroysk og grønlendsk áhugamál í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC.

Hetta er niðurstøðan hjá undirritaða fólkatingsmanni, eftir at SF í gjár alment róðið fram undir, at danska stjórnin skal skifta kós í hvalaveiðipolitikkinum hjá Ríkisfelagsskapinum.

Undirritaði hevur í dag havt samband við ymsar partar í politiska umhvørvinum á Christiansborg, og tann greiða ábendingin er, at stjórnin fer at halda somu politisku kós í IWC sum higartil. Tað merkir, at føroyska og grønlendska sjónarmiðið um, at hvalaveiða kann loyvast, tá hon fer fram á burðardyggum grundarlagi, framvegis er almenna sjónarmiðið hjá Ríkisfelagsskapinum í IWC.

Hetta verður eisini kjarnin í tí, sum danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, fer at greiða Steen Gade úr SF frá, tá samráð verður í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum í morgin.

Sjónarmiðið hjá SF um, at Føroyar og Grønland eru minnilutar í danska ríkinum, og tí mugu lata sær lynda, at almenni danski IWC-politikkurin skal broytast, stríðir móti andanum í Ríkisfelagsskapinum.