Á hvørjum árið verður ein milliard av føroysku vælferðini fíggjað við ríkisveitingini úr Danmark, og sostatt er hon ein týðandi partur av okkara búskapi. Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, á landsfundi hjá flokkinum í morgun.
Hann vísir á, at harafturat hevur tað eitt stórt virði, at allir føroyingar hava ókeypis, og frælsa atgongd til allar lærustovnar í Danmark, at føroyingar fáa fáa danskan lestrarstuðul, umframt at teir fáa aðrar ókeypis sømdir í øllum vælferðarskipanum í ríkinum.
– Hesar veitingar eru avgerandi fyri at kunna varðveita okkara vælferðarsamfelag. Verða hesar veitingar tiknar burtur, skulu skattir og avgjøld hækka munandi, og tað fer helst at føra til eina fólkafráflyting, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Samstarvið í Ríkisfelagsskapinum er ein lykil til gott samstarv og økta felags vælferð. Tí vil Sambandsflokkurin halda fast við búskaparliga samstarvið í Ríkisfelagsskapinum og somuleiðis fer flokkurin at virka fyri, at tryggja føroyingum líka góð livilíkindi sum í øðrum framkomnum londum, serliga hvat heilsuverki, fólkapensjónum og serforsorg, viðvíkur, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Men hann heldur samstundis, at føroyingar eiga at hava størri ræði á málum, sum viðkoma okkum sjálvum, og sum vit hava førleika, og vitan, til at arbeiða við og loysa. Tí skal ríkisfelagsskapurin alsamt nútímansgerast, har vit gera upp, hvat virkar, og hvat ikki virkar fyri at gera hann føran fyri at átaka sær framtíðar avbjóðingar.
– Vit síggja Ríkisfelagsskapin sum eina lopfjøl fyri føroyingar út í heim, heit av Norðpólinum suður í Miðjarðarhav. Hetta gevur okkara ungdómi, ið eru heimsborgarar, og øllum øðrum møguleikar og rættindi langt út í heim.
Í hesum sambandi heldur hann, at allar forðingar skulu burtur og í hesum sambandi nevnir hann, at handilspolitikkur er av álvara vorðin tann nýggi uttanlandspolitikkurin, har vit vinna pening inn til landið. Samstundis skulu allar markaforðingar burtur, bæði í heilsuverkinum og í útbúgvingarverkinum.
Bárður á Steig nielsen staðfestir samstundis, at tey taka ikki undir við uppskotinum, Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, nú hevur lagt fyri Løgtingið um at avtaka fólkatingssessirnar.
– Tað er óskiljandi, at aðrir flokkar vilja skerja møguleikarnar fyri at tryggja vælferðarstøðið, og møguleikarnar, hjá føroyingum, sigur hann. Og hann heldur enntá, at »í ríkisfelagskapinum eru føroyingar heimsins frælsasta fólk, í heimsins besta landi«, sum hann tekur til.