Tað eru tvær høvuðsorsøkin til, at tað gongur so illa at fáa føroyskt mál í fartelefonir. Onnur orsøkin er, at føroyski marknaðurin er so lítil. Hin orsøkin er, at vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land.
Tað sigur Jan Mortensen, á Føroya Tele.
Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, legði herfyri uppskot fyri Løgtingið um at vit skulu hava føroyskt mál í fartelefonir.
Jan Mortensen sigur í eini vimerking til Løgtingið, at Føroya Tele hevur nakrar ferðir samskift við f ramleiðarar um at fáa føroyskt mál á fartelefonir. Men hetta hevur ikki eydnast, partvíst orsakað av, tí marknaðurin er ov lítil og Føroyar eru ikki eitt sjálvstøðugt land.
- Føroyski marnkaðurin er so lítil, at framleiðararnir als ikki kenna okkum, og tí eru teir truplir at fáa í talu, sigur hann.
Men ríkisfelagsskapurin er eisini ein trupulleiki.
- Í Evropa eru fleiri landspartar og øki, sum dyrka egið mál, uttan at vera sjálvstøðug lond, t.d. Baskaralandið og Katalonia.
- Framleiðararnir eru varnir, tá ið vit ikki kunnu ávísa støðu sum sjálvstøðug eind.
Hann sigur, at tað tykist sum um at teir óttast fyri at skapa fordømi og samstundis stúra teir fyri, at teir leggja seg út í eymar spurningar hjá teimum ymsu stjórnunum.
Jan Mortensen sigur, at hóast nógvir framleiðarar, brúka snildfonir bara bara tríggjar stýriskipanir: IOS, sum Apple brúkar, Android, sum ein rúgva av framleiðarum brúka, og so Windows Mobile, ið Nokia og nøkur onnur brúka.
- Tann størsta skipanin er Androids, og hetta er ein opin skipan, har tað í størri mun ber til at gera tillagingar enn í hinum skipanunum.
Á Android-telefonum ber longu til at brúka føroyskar stavir og rættskrivara við at brúka ávísar appina Nordic tastatur við føroyskum ískoyti.
Hinar skipanirnar eru afturlætnar og bert tillagingar, ið framleiðarin leggur inn, koma við.
Jan Mortensen heldur, at kann føroyskt mál veljast í Android, eru vit komin væl ávegis, og Føroya Tele heldur, at tað er her, at eitt møguligt átak skal leggjast.
Annars hava smátjóðir fingið teirra mál í fartelefonir, eitt nú ísland og Malta.
- Íslendingar fingu fyrst fótin fastan hjá Sony-Ericcson, ið tá var eitt norðurlendskt felag, og íslendskt varð lagt inn í teirra stýrisskipan í 2004. Síðan hava teir brúkt Sony-Ericcson sum fyridømi, tá ið teir hava roynt at ávirka aðrar framleiðarar.
- Íslendskt er í dag bæði í Android og IOS, ið eru ráðandi á marknaðinum. At hetta er komið í lag kemst eisini av, at íslendskir KT-mennarar arbeiða á høgum stigi í fyritøkum sum Google og Apple.
- Aðrar smátjóðir sum Malta hava eisini fingi egið mál sum part av ávísum stýriskipanum, eitt nú Android.
Stjórin á maltiska telefelagnum GO ávarar um, at allar súðir ikki eru syftar, hóast tað eydnast at fáa sítt egna móðurmál inn í eina stýriskipan.
- Hetta krevur eitt áhaldandi arbeiði, tí at onkur má taka sær av rættingum, so hvørt broytingar verða gjørdar í umrøddu stýrisskipan. Henda ábyrgd má tí kjølfestast.
Føroya Tele sigur, at vil Føroya Løgting hava føroyskt mál á fartelefonum eigur hetta at vera í einum samstarvi ímillum tað almenna, eitt nú Mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya, og KT-felagið.
KT felagið sigur, at tað ber bara til at fáa føroyskt mál í nýggj forritt og tað ber sostatt ikki til at koma aftur um aftur.