Ríkisfelagsskapur/ríkisveiting skapa tryggleika

Eik-málið?Tað sæst sera væl í samband við at Eik fór á húsagang, hvussu týdningarmikil Ríkisfelagsskapurin er fyri Føroyar, við tað at vit fingu møguleika at vera við í bankapakkum.

Hetta gjørdi, at Fíggjarligt Støðufesti tók yvir og bjargaði Landskassanum frá milliarda tapi?Fíggjarligur tryggleiki?Í einum landi sum Føroyar, hvar høvuðsvinnan  er fiskivinnan, er tað sera týdningarmikið búskaparligt at hava ríkisveiting sum ein part av inntøkunum hjá Landskassanum, fyri harvið at tryggja framhaldandi vælferðartænastur til fólkið sum her býr. Grundgevingin er tann, at okkara høvuðsvinna altíð kemur at hava búskaparalig sveiggj.?Ábyrgdarleysur loysingarpolitikkur?Tíverri er ríkisveitingin minkað sera nógv, serliga í 2001, tá veitingin minkaði við 366 mill, við tað at málsøkini skúlaverk og forsorg blivu yvirtikin. Hetta bleiv gjørt í óðum verkum, og má hettar sigast at vera sera ábyrgdarleyst, tí tann búskaparliga metingin er ikki tikin við.?Skerd vælferð?Hetta búskaparliga ábyrgdarloysi ger, at tað eru skerjingar á øllum økjum. Hetta gongur sera nógv út yvir tey, sum hava brúk fyri almennum tænastum.?Dýrur stoltleiki?Tað hevur kostað dýrt, at politikarar av berum stoltleika hava yvirtikið hesi stóru málsøki, sum higartil hava kostað landskassanum 3.324 mill. Umframt fastfrystingina.?Latið okkum gera alt fyri at varðveita ríkisfelagsskapin ,og harvið skapa tryggleika fyri fólkið sum her býr.