Føroyingar kunnu fáa eina fulltrú frá Danmark at luttaka á millumtjóða fundum, har føroysk mál verða viðgjørd. Meira er ikki at heinta har. At hugsa um fullan limaskap í altjóða felagsskapum kunnu vit gloyma.
So greið vóru boðini frá Peri Stig Møller, uttanríkisráðharra, tá hann saman við Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, hevði tíðindafund í Tinganesi mikudagin.
Hóast føroyingar fegnir vildu sloppið upp í eitt nú altjóða hvalafelagsskapin IWC, ber tað ikki til sambært uttanríkisráðharranum. Altso so leingi vit eru í ríkisfelagsskapinum.
?Danmark er umboðað av kongi ella drotning. Og drotningin kann ikki býtast í trý, segði uttanríkisráðharrin.
Men veðra eitt nú verjumál, sum hava við Føroyar at gera, viðgjørd, fáa føroyingar fult innlit í tað, sum tosað verður um, lovaði uttanríkisráðharrin.
Løgmaður og uttanríkisráðharrin tosaðu undir vitjanini millum annað um føroysk viðurskifti í hvalaveiðifelagsskapinum IWC.
Tosað varð um støðu Føroya í hesum samanhangi. Komið var inn á burðardygga veiðu av havsins tilfeingi, segði uttanríkisráðharrin og legði afturat, at tað er tað, kjakið eigur at snúgva seg um.
Uttanríkisráðharrin metir ikki, at tað fer at ávirka føroysk viðurskifti nakað, um Danmark tekur undir við sonevndu ES grundlógini.
?Tað verður ikki soleiðis, at nakar tekur nakrar avgerðir viðvíkjandi okkum, sum vit so noyðast at ganga undir, segði hann. Danmark hevur fullan limaskap í EU, og vit verða við til at taka avgerðirnar. Eg síggi ongan vanda í, at tað fer at gera støðu Føroya mótvegis ES verri, um Danmark tekur undir við hesi lógini.
Per Stig Møller vísti á, at arbeitt verður á embætismannastigi víðari við málinum um, hvørjar ávirkanir málið kann fáa fyri Føroyar og Grønland, segði hann.
Bæði løgmaður og uttanríkisráðharrin eru sannførdir um, at ríkisfelagsskapurin hevur tað gott.
?Ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð havt tað betri enn tað sama, segði Per Stig Møller. Tað skilst á fundum, vit hava havt bæði við grønlendingar og føroyingar. Allir partar tykjast hava nógv størri virðing fyri hvørjum øðrum, enn tað hevur verið líkt til leingi. Mín fatan er, at ríkisfelagsskapurin hevur ongantíð havt tað betri enn nú, segði danski utanríkisráðharrin á tíðindafundi í Tinganesi seinnapartin mikudagin.
?Tað er ógvuliga umráðandi við áhaldandi samrøðum millum teir tríggjar partarnar í ríkisfelagsskapinum, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Tíðin stendur ikki í stað, og ting broytast alla tíðian. Eisini ríkisfelagsskapurin. Tí er neyðugt, at vit alla tíðina eru greið yvir, har vit flóta og halda farið, vit eru í, viðlíka.
?Eg meti, at allir partar hava gleði av ríkisfelagsskapinum, segði Per Stig Møller, uttanríkisráðharri. Og allir partar eru eftir mínum tykki áhugaðir í, at hann heldur fram. Men tað krevur so eisini eina kenslu av, at hetta er nakað, vit eru felags um, segði hann.