Eftir ætlan skuldi hann venja U21-liðið hjá HB, og vera hjálparvenjari hjá 1. deild, men mongum brestir ætlan. Tí Ríkin Napoleon Djurhuus hevur fingið fulltíðar venjarastarv í Íslandi, har hann skal venja tær næstbestu og U19-kvinnuliðini hjá Stjarnuni, sum á sinni hevði Gunnar Nielsen í mál. HB sigur í skrivi á heimasíðuni, at felagið undir ongum umstøðum vil standa í vegin.
– Eg hevði jú sáttmála fyri komandi ár, so tað var fantastiskt at HB var so samstarvssinnað, beinanvegin tá eg segði frá um áhugan frá Íslandi, og tey vóru glað mína vegna fyri møguleikan, sigur Ríkin N. Djurhuus.
27 ára gamli Ríkin Napoleon Djurhuus hevur í fleiri ár verið í venjaraumhvørvinum.