##med2##
Betriliðið hjá B36-monnum hevur vunnið 2-0 á TB á ovara vølli í Gundadali. Um somu tíð spældi Betriliðið hjá HB-kvinnum á Tórsvølli móti EB/Streymi/Skála og vann 3-1, og tryggjaði sær bronsukrónurnar í Betrideildini hjá kvinnum 2020.
Men meðan tað gekk væl hjá ávikavist B36-monnum og HB-kvinnum at avgreiða sínar heimadystir á vøllinum, so gekk tað sambært formanninum í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter út av lagi illa hjá HB og B36 at finna eina semju um klokkutíðirnar á Tórsvølli, har HB-kvinnurnar stóðu at spæla klokkan 15.15 móti EB/Streymi/Skála, og B36-mennirnir stóðu at spæla móti TB klokkan 15, eisini á Tórsvølli.
Fyrst var loysnin uppi at venda, at HB og EB/Streymur/Skála skuldu spæla klokkan 12 í dag, men tað passaði ikki saman við arbeiðstíðirnar hjá fleiri EB/Streyms/Skála-leikarum, tí kundi HB ikki víkja frá klokkutíðini 15.15.
Kappingarnevndin setti so B36 og TB at spæla klokkan 18.30 á Tórsvølli, men høvuðsvenjarin, Jákup á Borg og nevndin í B36 skóru ígjøgnum, at dysturin skuldi leikast á ovara vølli í Gundadali klokkan 15, tí tað passaði við fyrireikingarnar hjá B36 til dystin móti TB.
Róin Schrøter sigur, at tað er ikki siður, at kappingarnevndin blandar seg uppí klokkutíðir til dystir uttan so, at talan er um eitt avgerandi umfar. Og í hesum førinum var talan um avgerandi umfar, har NSÍ, HB og B36 stríddist um at vinna heiðursmerki í Betrideildini hjá kvinnum.
Róin hevur tað fínt við, at B36 og TB avgreiddu sín dyst á ovara vølli ístaðin: - Tá samanum kemur vilja vit øll fótbóltinum væl, sigur formaðurin í kappingarnevndini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi beinleiðis við Ròin Schrøter fyrr løtu síðani.
HER ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein mátaliga bersøgnan næstformann í B36, Jákup Mørk sum var sera misnøgdur við, at nýggj klokkutíð var ásett til dystin B36-TB.