Føroyingauppgerð var í Nyborg á Fjóni í dag í næstbestu donsku hondbóltsdeildini millum liðið hjá Tróndi Mikkelsen og Pæturi Mikkjalssyni, SUS Nyborg og liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ.
Botnliðið SUS Nyborg var heilt væl við í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til steðgin var HØJ á odda við tveimum málum 17-15. Í seinna hálvleiki dróg HØJ frá SUS Nyborg, og endin var, at Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ vunnu greiðan 34-25 sigur.
Rói Berg Hansen skoraði trý mál fyri HØJ.
Tróndur Mikkelsen skoraði trý mál, og Pætur Mikkjalsson skoraði tvey mál fyri SUS Nyborg.
Rói Berg Hansen og Tróndur Mikkelsen skulu nú út at ferðast við landsliðnum til útidystir í EM-undankappingini móti Ukraina og Kekkia áðrenn heimadystur verður móti Ukraina sunnudagin 14. mars.
Nr | Lið | Dystir | Stig |
1 | Nordsjælland | 21 | 37 |
2 | Skive fH | 21 | 36 |
3 | HC Midtylland | 21 | 27 |
4 | HØJ | 21 | 27 |
5 | Ajax | 20 | 25 |
6 | Sydhavsøerne | 20 | 23 |
7 | Grindsted | 20 | 22 |
8 | Otterup HK | 21 | 20 |
9 | Skovbakken | 20 | 19 |
10 | HEI Skæring | 21 | 17 |
11 | Tønder | 21 | 15 |
12 | Vendsyssel | 20 | 8 |
13 | HC Odense | 21 | 7 |
14 | SUS Nyborg | 20 | 5 |