Rói: Teir dugdu væl at revsa okkara mistøk

(FM1) Rói Berg Hansen er sera fegin um stuðulin føroyska hondbóltslandsliðið fekk í Skjern

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá in.fo og FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Róa Berg Hansen aftaná Rói og liðfelagarnir á føroyska hondbóltslandsliðnum høvdu tapt 17-35 (8-17) ímóti donsku OL-vinnarunum.

 

- Teir revsaðu øll mistøk vit gjørdu, staðfestir Rói Berg Hansen um sterka mótstøðuliðið.

 

Rói Berg Hansen heldur tó, at føroyska liðið stóð saman og stríddist sum eitt lið allar 60 minuttirnar.

 

- Okkara uppgáva í hesum bólkinum verður at gera fortreð, sigur Rói Berg Hansen sum er spentur uppá teir komandi fýra dystirnar ímóti Ukraina, Montenegro og Danmark sum eru eftir at spæla í hesum EM-undankappingarbólkinum.