Tað er ein hjartans fegin og øgiliga lættur B36 málverji, sum Tróndur Arge á FM1 hittir eftir dystarlok á Tórsvølli, tá ið B36 sum fyrsta føroyska felag nakrantíð hevur megnað at vinna seg í fjórða umfar í europeiskari kapping.
Alt B36 liðið og allir spælararnir, venjararnir og hjálparfólk eru hetjur á Tórsvølli í kvøld.
Men hetjan yvir øllum hinum í kvøld er B36 málverjin Rói Mørk Hentze. Tá ið tað stóð heilt illa til, og B36 var á veg úr kappingini, og øgiligt vónbrot lúrdi, var tað 20 ára gamli málverjin við í B36 høpi søguliga Mørk navninum (langabbin Mortan Mørk var millum stovnararnar), sum var bjargingarmaður.
Rói Mørk Hentze bjargaði, tá ið The New Saints við brotssparksmáli hevði møguleika at senda seg víðari í kappingini, og Rói Mørk Hentze bjargaði, tá ið Sebastian Pingel hevði skorað, og tað var greitt, at B36 hevði kvalifiserað seg til næsta umfar, um málverjin bjargaði.
Og tað gjørdi Rói Mørk Hentze.
-Tá ið Stefan Radosavljevic hevði skorað við brotssparki, kom hann yvir til mín, hugdi upp á meg og segði, at hann visti, at nú fór tað at eydnast mær at bjarga. Eg kendi tað soleiðis, at sjálvsálitið vaks, og eg royndi á føroyskum at tosa við og órógva hann, sum gjørdi seg til at skjóta. Kanska var hann órógvaður. Hann sparkaði hart, men tíbetur eydnaðist tað at bjarga, og tann kenslan, sum eg kendi, tá ið tað eydnaðist at bjarga seinnu ferð, og tað var greitt, at vit skulu halda fram í kappingini, dugi eg ikki at lýsa í orðum, sigur fegni 20 ára gamli B36 málverjin Rói Mørk Hentze.
Hann hevur áður bjargað B36 í brotssparkskappingum. Bæði í finalu um løgmanssteypið ímóti HB í 2018 og suðuri í Gibraltar í europeisku kappingini fyri tveimum árum síðani.