Rói Holgarsson sett enn eitt met

Fyri tveimum vikum síðani setti Rói Holgarsson úr Bragdinum nýtt føroyskt innanduramet á 50 metrum. At hetta ikki var av tilvild, prógvaði hann sunnudagin, tá hann í tveimum umførum tók gamla metið hjá Ása Mikkelsen á 60 metrum. Hetta hendi í kapping í Sparta-høllini í Keypmannahavn, har runnið varð í tveimum riðlum.

Rói var fimti skjótasti innleiðandi og megnaði samstundis at taka metið hjá Ása, sum var 7,45 sekund. Rói fekk tíðina 7,38 sekund. Men tað skuldi gerast enn betri, tí í finaluni rann hann heilar 13/100 sekund skjótari, og kom heilt niður á 7.23 sekund og enn ein betring av føroyska innandurametinum. Hetta førdi eisini til, at hann rann seg heilt fram á triðja plássið í finaluni.