Norska TV2 hevur keypt rættindini til 12 tey fyrstu umførini í Betri Deildini hjá monnum í 2020. Maðurin við hugskotinum var føroyski landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson, sum til dagligt spælir við Bryne í triðjbestu deildini í Norra. Hann verður partur av toyminum hjá TV2. Enn er ikki heilt greitt hvønn leiklut Rógvi Baldvinsson fær, men helst verður hann partur av toyminum, sum situr í studio.
- Tað er ætlanin at eg skal verða partur av toyminum, men beint nú vita vit ikki hvussu tað verður. Eg vænti at eg verið í studio, meðan teir hava frásøgufólk til at siga frá dystunum, sigur Rógvi Baldvinsson.
Norsku frásøgufólkini koma at sita í studio í Bergen, har TV2 hevur sítt høvðusstudio. Ein av orsøkunum er koronasmittan og tilmælið um at sita í sóttarhaldi í tvær vikur, tá tú kemur til landið.
Dystirnir verða vístir á TV2 Sport og TV2 Sumo. Føroyski landsliðsspælarin hevur eisini fingið til uppgávu at gera føroyskan fótbólt spennandi fyri norska hyggjaran.
- Í løtuni eru vit í holt við at gera upptøkur við Atla Gregersen, sum er ein fantastisk týpa, ið eisini kann skapa áhuga við síni persónligheit. Vit gera eisini upptøkur við eitt nú Adrian Justinussen, sum er spennandi spælari at fylgja. Seinni fara vit at gera meira við feløgini sjálvi, sigur Rógvi Baldvinsson.
Norska TV2 fer leygardagin at vísa dystirnar HB-EB/Streym klokkan 15, KÍ-B36 klokkan 17 og AB-Víkingur klokkan 19.