Rógvi venur við HB

Fyrrverandi liðskiparin á føroyska U21-landsliðnum, Rógvi Holm, venur við HB.

HB fær møguliga størri kapping um plássini í verjuni. Fyrrverandi liðskiparin á føroyska U21-landsliðnum, Rógvi Holm, er farin í aftur fótbóltsskógvarnar, og í løtuni venur við besta liðnum.


Tað var júst í HB, at tann nú 27 ára gamli Rógvi Holm spældi við fram til og við kappingarárið 2015, tá ið tann høgi og stinni miðverjin fyribils gavst við fótbóltinum.


Fyribils er talan ikki um nakran sáttmála ímillum Rógva Holm og HB, men hann hevur spæliloyvi í felagnum, so á tann hátt er hann skjótt til taks, um HB ynskir tað.


Tað eru Johan Troest Davidsen og Bartal Wardum, sum í ár hava mannað miðverjuna hjá HB, har Poul Thomas Dam eisini hevur verið avloysari.