Kappingarárið hjá vágbinginum Rógva Johansen og hinum súkklarunum í Danmark fór av bakkastokki leygardagin. Súkklað varð á Odder í Jútlandi.
Rógvi Johansen lá væl fyri allan vegin gjøgnum kappingina, men frá byrjan av var Rógvi í høvuðsbólkinum. Hann royndi fleiri ferðir at koma leysur og fram til førandi bólkin, men hetta eydnaðist ikki í fyrsta umfari.
Nakað seinni í kappingini tóku nakrir súkklarar seg framum høvuðsbólkin, og Rógvi var millum hesar. Hetta var tá kappingin var hálvrunnin.
Men júst bólkurin við Rógva tekur seg fram í kappingini, tá hendir óhappið. Ein egari brotnaði, og hjólið bleiv skeivt. Einki var at gera hjá Rógva enn at steðga og taka seg úr kappingini.
Rógvi heldur, at hann er væl fyri, og tað er við góðum treysti, at hann fer undir eitt nýtt kappingarár í Danmark.