Rógvi: Tannlæknin spurdi meg um eg eri strikuspælari (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rógva Dahl Christiansen aftaná tannlæknavitjanina í Ringkøbing

Brotna tonnin hjá strikuspælaranum, Rógva Dahl Christiansen er uttan Føroya kendasta tonn aftaná minniliga javnleikin í Montenegro.

 

Fyrr í dag prátaði reportarin hjá in.fo og FM1, Sjúrður H. Hoydal við Rógva Dahl Christiansen, ið tá hevði verið hjá tannlækna í Ringkøbing.

 

- Tað fyrsta hann spurdi meg um, tá hann sá tonnina var um eg eri strikuspælari, greiðir ein flennandi Rógvi Dahl Christiansen frá.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rógva Dahl Christiansen.

 

Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar leygardagin klokkan 15.10, og Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.  Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.