Rógvi skoraði í sigri

KR spældi týskvøldið dyst í íslendsku landskappingini, og KR vann dystin 3-2. Føroyski landsliðsspælarin Rógvi Jacobsen legði KR á odda, tá ið 21 minuttir vóru farnir. Síðani skoraði Breiðablik tvey mál, men KR kom afturíaftur, javnaði og skoraði sigursmálið átta minuttir fyri tíð. Rógvi Jacobsen, sum var á beinkinum í seinasta dystinum hjá KR, fekk hesaferð kjansin frá byrjan, hann skoraði og spældi annars allan dystin í álopinum. Rógvi hevur nú spælt 52 dystir fyri KR, og hann hevur skotið 16 mál í hesum dystum.