Útiseti
Kanska mest týðandi leikarin á HB-liðnum, sum í fjør vann gull triðja árið á rað, var Rógvi Jacobsen. Umframt at vísa seg sum vandamesti leikarin á liðnum, átti hann eisini stóran lut í tí partinum av HB-uppspælinum, har bólturin skuldi flytast skjótt niðan til álopspartin.
Fáur føroyskur leikari ? um nakar ? man standa Rógva kurl, tá tað ræður um at vinna luftdystir, men einki er at ivast í, at hann fær sína søk fyri, nú talan verður um fótbólt í Íslandi.
Her halda tey nevnliga, at Rógvi fer at hóska sera væl inn á liðið. Við sterka luftspælinum, kropsligu styrkini, og ikki minst góðum máltevi er hartarbeiðandi klaksvíkiingurin eisini í nógvar mátar ynskismaðurin hjá einum venjara, tá tað ræður um at finna ein góðan miðvallara.
Og tað er eisini neyðugt, skal KR vinna seg longur upp á stigatalvuna. Í fjør endaði liðið á einum skuffandi sætta plássi, sum var nakað langt niðanfyri málið um enn eitt meistaraheiti til felagið.
So er spurningurin, um tað fer at eydanst at røkka hesum, men eftir trý ár við gulli, skuldi tað verið løgið, um Rógvi Jacobsen fer at vera nøgdur við nakað minni enn gull.
Í næstbestu deildini fer annar føroyingur at spæla. Tað er Hans Fróði Hansen, sum eftir eitt ár í Fram nú fer at royna seg hjá Breiðablik.










