Rógvi skal menna AB komandi árini

Ein skaði setti Rógva Poulsen í gongd við venjarayrki. Nú skal hann menna Argja Bóltfelag komandi trý árini

Argja Bóltfelagið er í løtuni í hørðum niðurflytingarstríðið saman við Skála, men felagið er í holt við at leggja lunnar undir arbeiðið komandi árini. AB boðaði í farnu viku frá, at felagið hevur longt sáttmálan við høvuðsungdómsvenjaran, Rógva Poulsen, sum hevur skrivað undir fyri komandi trý árini.

- Hetta er ein sannur fongur fyri Argja Bóltfelag. Rógvi hevur verið høvuðsungdómsvenjari seinastu tvey árini, har vit hava sæð stór ítróttarlig og trivnaðarlig framstig. Umframt sín leiklut sum høvuðsungdómsvenjari, er Rógvi spælari og fysiskur venjari á besta liði hjá monnunum, skrivar AB.fo.

Skaði sendi Rógva á venjarakós

Argjamaðurin hevði eina ætlan um at blíva yrkisspælari, men ein skaði gjørdi at Rógvi Nónsgjógv Poulsen endaði á venjarakósini. Hann er fyrst í tjúgunum, tá hann eftir ein venjingarlandsdyst móti Skotlandi í 2011, verður boðin at venja við Crewe Alexandra, sum tá spælir í fjórðbestu deildini í Onglandi. Felagið hevur gott orð á sær, tá tað kemur til at menna spælarar.

- Eg vandi við í tvær vikur og tað gekk væl. Teir spurdu beinanvegin, um eg kundi koma til eina longri royndarvenjing. Eg játtaði, tí lykilin til at koma víðari er at vísa seg fram, fortelur Rógvi Nónsgjógv Poulsen.

Honum dámar væl lívið sum fótbóltsspælari og tað hevur eisini fylgt nógv í uppvøkstrinum á Argjum. Crewe Alexandra er í 2011 eitt felag, sum hevur sett sær stór mál.

- Tað var eitt spennandi felag, sum hevði eina stóra ætlan og hevði góðar umstøður. Teir fluttu eisini upp árið eftir. Tað var spennandi at royna yrkisfótbólt, har alt snýr um fótbólt, sigur argjamaðurin.

Men ein ógvuslig takling í dysti fyri HB broytir alt. Framrættaði miðvallarin fær trupulleikar í fótinum. Fyrst eru boðini at hann hevur beklað, síðani at liðbondini eru toygt og tað endar við skurðviðgerð, sum bara loysir ein av fleiri trupulleikum.

- Fótliðini eru kompleks. Eg royndi at spæla gjøgnum pínuna, men eitt nú tekur tað longri tíð at koma fyri meg, tá eg bekli. Eg havi enn í dag trupulleikar av skaðanum, sigur argjamaðurin, sum nú eitur Nónsgjógv, eftir at hann í farna heyst giftist Døgg Nónsgjógv.

Vil verða ein góður venjari

Við skaðanum brast dreymurin um yrkisfótbólt, men tað ger at argjamaðurin fer í holt við at útbúgva seg.

- Eg kom í eina identitetskreppu. Fyrst fór eg at lesa KT-verkføri, men tað var ikki eg. So fór eg at lesa ítrótt, og tað var akkurát tað. Mín fyrsti takni er at blíva venjari, og mín tilgongd er at um eg geri nakað, so skal eg gera tað ordiligt. Eg vil verða ein góður venjari, sigur Rógvi N. Poulsen greiður á málinum.

Í fjør bleiv hann settur sum spælari og høvðusungdómsvenjari á Argjum, meðan hann gjørdi útbúgvingina lidna. Rógvi hevur nú lokið kandidatprógv í ítrótti – humanfysiologi - og hevur eisini fysiska partin av besta liðnum.

- Útbúgvingin skuldi dekka ein stóran part av venjarayrkinum, tí millum annað hevur tú ikki nógvar venjarar í einum venjaratoymi í Føroyum, sigur argjamaðurin, sum komandi árini skal verða við til at menna AB.