Tað kemur heilt sjáldan fyri, men soleiðis er tað í kvøld. Tað er neyðugt hjá føroyska landsliðsvenjaranum Lars Olsen at skifta út, áðrenn bólturin fer á rull.
Rógvi Baldvinsson var ætlaður at vera millum teir fyrstu ellivu. Saman við hinum hevur hann í eina løtu hitað upp, men tað ger hann ikki í løtuni.
Undir upphitingini er Rógvi Baldvinsson skaddur. Hann fær ikki runnið og liggur í løtuni á vøllinum, meðan lækni og fysioterapeutur hyggja upp á hann.
Hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen hevur givið Heina Vatnsdal boð um at luttaka í upphintingini. Heini skuldi frá dystarbyrjan vera ein av teimum á beinkinum. Nú sær tað út til, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.
Rógvi Baldvinsson var ætlaður annað av verjukendu plássunum á miðvøllinum. Nú fer Heini Vatnsdal eftir øllum at døma at vera á verjukendum plássi á miðvøllinum.