Rógvi Poulsen roynir seg í Danmark

HB-leikarin Rógvi Poulsen, sum var partur av landsliðshópinum í móti Norðurírlandi, royndarvenur við danska AB. AB spælir í næstbestu donsku deildini og er komið væl frá byrjan – fýra stig eftir tveir dystir.

 

Rógvi Poulsen er fluttur til Danmarkar í lestrarørindum, men fer eftir øllum at døma eisini at brúka nakað av tíð upp á fótbóltin. Rógvi skal, sambært bold.dk, royna seg í AB komandi tíðina, áðrenn felagið fer at taka støðu til, um tey ynskja at knýta føroyska vongin at hópinum.

 

Rógvi Poulsen er ikki úttikin til landsdystirnar í móti Italia og Seriba tann 2. og 6. september. Tí kann hann nýta alla orku upp á lesnaðin, og at spæla seg til ein sáttmála í AB.