Rógvi og Vilhelm vunnu føroyingauppgerðina í Íslandi

KA sum hava verið ósigraðir seinastu seks dystirnar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini mátti lúta í Reykjavík í dag

Fýra føroyskir landsliðsspælarar og ein potentiellur landsliðsspælari vóru á vøllinum í Fram-høllini í Reykjavík tá liðið hjá Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal-Christiansen, Fram tók ímóti liðnum hjá Allani Norðberg, Nicholas Satchwell og Áka Egilsnes, KA.

Fram vann 26-22. Í steðginum var Fram á odda 14-12, og Fram´arnir hildu leiðsluna allan seinna hálvleik.

KA vóru annars ósigraðir í seks dystum áðrenn dystin í dag. 

Stóra hetjan hjá Fram í dag var málverjin, Lárus Helgi Ólafsson sum bjargaði 17 skotum, harímillum einum brotskasti. Nicholas Satchwell hevði átta bjargingar í KA-málinum í dag, harímillum var ein brotskastsbjarging. 

Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál og Vilhelm Poulsen skoraði eitt mál fyri Fram. 

Áki Egilsnes, ið ikki er úttikin til EM-undankappingardystirnar móti Ukraina og Kekkia gjørdi tað framúr hjá KA í dag, og gjørdist vestmenningurin toppskjútti við sjey málum. Allan Norðberg kom ikki á máltalvuna í dag.

Komandi hóskvøld hevur Fram útidyst móti Afturelding. Komandi fríggjakvøld tekur KA móti Selfossi á Akureyri.

Støðan í sera jøvnu Ólis-deildini: 

Lið:DystirMálmunurStig
Haukar11315:27517
FH11327:29416
KA12312:29514
ÍBV12352:33213
Selfoss11283:26913
Valur11318:30113
Afturelding11276:28613
Stjarnan11300:29312
Fram12299:30212
Grótta11270:2699
Þór Akureyri11243:2864
ÍR12279:3720