Rógvi Baldvinsson, sum nú spælir í Vidar í triðbestu norsku deildini, spældu í dag í norsku steypakappingini móti Vålerenga úr Oslo, sum spælir í bestu deildini.
Vålerenga hevur havt eitt sera trupult kappingarár higartil í ár og tað gav at bíta í farnu viku, tá venjarin setti liðskiparan av liðnum.
Christian Grindheim, liðskipari, var tó tikin inn aftur í hitan til dystin í kvøld móti Vidar.
Vidar vunnu óvæntað móti grannunum úr Viking, sum eisini spæla í bestu norsku deildini, í farna umfari, men hóast teir góvu osloliðnum skarpan gang, so var tað at enda Vålerenga, sum dró longra stráðið.
Vidar, við Rógva Baldvinsson á vøllinum, hildu javnleikinum líka til í 83. minutti. Tá eydnaðist loksins Vålerenga at leggja seg á odda aftur 2-1, tá Dehorn Brown setti høvdið á eitt innlegg frá Niklas Castros.
Vålerenga legði seg annars á odda eftir 20 minuttir, tá Vajebah Sakor skoraði til 1-0. Hóast Vålerenga var klárt betra liðið, megnaði teir ikki at umseta yvirvágina í mál og hálvleiksstøðan var tí 1-0.
Tíðliga í øðrum hálvleiki javnaði Vidar. Sigve Kleppa Christensen sneiddi bóltin í málið eftir eina frísparksfintu frá triðju-deildarliðnum.
Í yvirtíðini skoraði Simen Juklerød til 3-1 til Vålerenga.
Sambært Stavanger Aftenblad stríddust Vidar-spælararnir mannliga og góvu veruliga Vålerenga mótstøðu, men alt í alt var tað ein uppiborin sigur hjá Oslofelagnum.