ÍSLAND
Um Hvítusunnuna fór bólturin á rull í bestu íslendsku deildini. Fýra uppgerðir vóru 2. dag, og týskvøldið var grannastríð í Reykjavík, har Fylkir í Árbænum tók ímóti KR.
Har varð søga skrivað á tann hátt, at KR fyri fyrstu ferð nakrantíð hevði føroying á liðnum í landskappingardysti. Rógvi Jacobsen hevði vunnið sær pláss millum teir fyrstu ellivu, og hann var í álopsplássi alla tíðina.
Fylkir, sum í fjør endaði á fjórða plássi, legði bragdliga fyri. Í 5. minutti fingu teir brotsspark, sum varð umsett til mál. Í 17. minutti svaraði KR aftur. Eftir hornaspark vóru teir í Fylkiri so óhepnir, at teir stútaðu bóltin í egið mál.
Fylkir hevði stóra leikliga yvirvág, men KR málverjin var sannur brandur, og so bendi alt bendi á, at tað skuldi endað javnt. Men tá ið klokkan var farin fýra minuttir út um tey trý korterini í 2. hálvleiki, eydnaðist tað KR at skjóta sigursmálið.
Stuldur, mettu íslendsku miðlarnir, at talan hevði verið um. Mett varð, at Fylkir hevði havt sigurin so rudduliga uppibornan.
Hjá KR hevur annars gingið væl higartil í ár. Fyrsti landskappingardysturin var 12. KR sigurin á rað hjá KR, sum hevur spælt í steypakappingum og øðrum kappingum. Eitt nú vunnu teir í síðsta fyrireikingardystinum til landskappingina 1-0 í síðstu viku. Talan var um minnisdyst, og einasti málskjúttin ta ferðina var Rógvi Jacobsen.
Meistararnir av Hafnafirði, FH, løgdu sannførandi fyri. Teir vóru í Keflavík, har teir vunnu 3-0. ÍA av Akranesi hevði vitjan av þrótti úr Reykjavík og ÍA vann 1-0. Valur vann 3-1 á Grindavík, og í Reykjavík vant Fram burturúr ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Úrslitið gjørdist 3-0.
Í næstbestu deildini vann Breiðablik, sum Hans Fróði Hansen spælir við, 2-1 á Haukar úr Kópavági. Hans Fróði hevur spælt flestu ferðirnar í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, men hesa ferð var hann ikki í hópinum hjá Breiðablik.