Rógvi og Anna í Ribarhúsi

Frá 30. august til og við 16. september hava Rógvi á Lakjuni og Anna Hansen framsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði. Framsýningin hevur fingið heitið “Lívsins ferð í ljósi og myrkri”.

Rógvi og Anna er bæði fødd í 1982. Rógvi arbeiðir sum free-lance grafikari í løtuni. Myndirnar sum hann sýnir fram, vísa hansara persónligu lívsferð í ljósi og myrkri.


Anna er útbúgvin miðlagrafikari. Myndirnar hon sýnir fram hava allar ein andaligan boðskap.


Á ferniseringini, sum verður sunnukvøldið 30. august kl. 20.00, fer Frits Johannesen at siga nøkur orð, og Bárður á Lakjuni og Regin Guttesen fara at syngja. Tær tíggjar vikurnar, sum framsýningin verður, fara ymisk fólk at framføra tónleik.