Rógvi Johansen vann Team Danmark test.

Vágbingurin sýndi enn einaferð, hvussu góð evnini eru á einum hjólhesti, men hóast formurin neyvan hevur verið betri, so verður hann ikki við, tá súkklast skal um FM


 

Súkkling


Vágbingurin Rógvi Johansen, hevur luttikið í ymiskum testum á Team Danmark centrinum í Odense, testinar vóru gjørdar í samband við eitt ?forskningsprojekt? sum var gjørt í samstarvi millum Odense Universitet og Team Danmark.

Í hesum sambandi skuldu teir testa eina røð av rættiliga servandum um súkklarum. Súkklarum við drúgvum royndum í danska A-bólkinum.

Allar royndinar vóru undir strongum eftirliti av læknum og Team Danmark laborantum.


Vann greitt

Royndirnar, sum súkklararnir skuldu ígjøgnum vóru hesar:

-Ein submaksimal (á fløtum og hellandi rennibandi) og ein maksimal test á (hellandi rennibandi). Alt hetta varð gjørt á súkklu.

-Ein submaksimal-test á baghjólergometur.

- Ein sonevnd feltroynd, sum varð koyrd í Odense, og sum mest var álíkt einum einkulstarti.

Tíggju súkklarar vóru valdir út til at taka lut í royndunum, og millum teirra, sum Rógvi altso vann á, vóru millum aðrar Flemming Witt (F.B.C.), sum herfyri varð nr. 10 í DM í einkulstarti, Michael Larsen (Team Glud/Marstrand), Ole Ørsted (O.C.K.) og Jannik Petersen (Hammel Cykelklub). Sum kunnugt koyrdi hesin seinasti í bláu føraratroyggjuni í Statoil kring Føroyar kappingini, áðrenn hann tók seg úr kappingini.

Tað eydnaðist Rógva at gerast besti súkklarin í royndini, og ikki kann sigast annað enn, at talan var um ein sannførandi sigur.. Rógiv koyrdi 381 watt í felttestini, og var hetta heili 41 watt meira enn næsti súkklarin, sum var hin hálvprofessionelli Michael Larsen. Munurin her var somikið stórur, at hetta eisini gjørdi Rógva til greiðan vinnara av samlaðu royndini.

Sjálvur er Rógvi sera fegin um úrslitið sum staðfestir at hansara støði er sera høgt eins og niðurstøðan má vera, at hann hevur framúr evni sum einkultstart súkklari.


Ikki til FM

Annars boðar Rógvi Johansen nú frá, at hann ikki verður við til FM-kappingarnar, sum verða hildnar í august mánaði. Hann sigur seg vera vónbrotnan um viðferðina, sum hann og fýra danskir súkklarar fingu frá Tórshavnar Súkklufelag og Jens Glerup undir Statoil kring Føroyar kappingini, og at hann tískil ikki er serliga motiveraður at taka lut í FM kappingini, sum TSF skipar fyri.

Tað er sjálvandi við ringum tannabiti, at Rógvi hevur tikið hetta stig. Hann hevur vunnið einkultstartin her heima seinastu seks árini, og eisini hevði hann ætlanir um at gera ein vørr á hinum teinunum, sum verða súkklaðir.

-Eg velji tí heldur at stilla upp í stóru kappingini ?Fyn Rundt?. Hettar er ein av teimum størru kappingunum, sum eru í danmark,. Ein av teimu har fleiri kend nøvn eru við. Tað skal tó ikki vera nøkur loyna, at fegin vildi koyrt FM-kappingina. Eisini hóast hetta er ein minni kapping enn Fyn Rundt.

- Serliga er tað í ár áhugavert, at FM-kappingin fyri fyrstu ferð skal skipast í Suðuroynni. Suðuroyggin er mín heimavøllur, og tí var eg undan Statoil kappingini var eg sera spentur til FM, men soleiðis bleiv tað bara ikki, sigur ein vónbrotin Rógvi Johansen at enda.