Mikudagin 4. februar bleiv Rógvi Johansen, ættaður úr Vági, liðugur við útbúgving sína sum myndamaður, og fríggjadagin 6. februar fekk hann handað prógv. Í dag kann hann av røttum kalla seg yrkismyndamann við serkunnleika í forngrípa-myndatøku.
Rógvi hevur haft eina sera fjølbroytta utbúgving, útbúgvingarstað hansara
var Århus Universitet, Institut for Forhistorisk Arkæologi,
Middelalderarkæologi, Etnografi og Socialantropologi, lingvistik. Moesgaard Foto/Medielab. Moesgaard Museum.
Arbeiðsuppgávurnar hava verðið nógvar, sera ymiskar og fjølbroyttar, men nakrar av teimum mest áhugaverdu hava uttan iva verðið tær myndatøkur sum gjørdar vóru í samband við tá nýggju framsýningina hjá "Grauballemanden". Til hesa framsýning vóru nógvar og sera áhugaverdar myndatøkur gjørdar.
Rógvi hevur eisini gjørt meginpartin av myndunum til nýggjastu framsýningina á Moesgaard Museum, nemliga av teimum víðakendu forngrípinum frá Illerup Ådalen við Skanderborg.
Tað vóru undangongumenninar P.V. Glob og Harald Andersen, sum vóru við til at avdúka hesir forngrípir, hettar var í 1950 - 1956 og seinni 1975 - 1985. Hesir forngrípir eru m.a. vápn og herðnaðarútgerð frá uml. 200 ár e. kr. har størstiparturin av teimum eru framleidd úr gulli og silvuri og nakrir eisini úr fílabeini.
Hendan framsýningin bleiv opnað av Drotning Margrethu, hon hevur sjálv verðið við til at grava partar av hesum forngrípum fram, tá var hon bert 12 ára gomul, drotningin fekk eina bókaútgavu um hesir forngrípir, hvar fleiri av myndunum hjá Rógva vóru í, umframt bókina fekk Drotningen eisini eina røð av myndunum hjá Rógva. Hesar myndir vórðu lagdar í eina eksklusiva mappu við teksti í á trimum málum. Útgávan er ætlað sum postkort og er at fáa í museumsforrætningini á Moesgaard museum.
Síðan august mánað í fjør hevur Rógvi Johansen verðið deildarleiðari á
Moesgaard Foto/Medielab, hvar hann hevur staðið fyri leiðsluni, sum eisini
umfatar tríggjar fotografnæmingar.
Frá miðskeiðis í februar byrjar Rógvi í nýggjum starvið sum útbýgvin
myndamaður á Moesgaard Museum, hetta verður tá fyrstu ferð síðan
Moesgaard Museum opnaði fyri meira enn 30 ár síðani, at har vera tveir
útbúnir myndamenn knýttir at staðnum.









