Tað tykist sum Rógvi Johansen er við at koma fyri seg aftur, eftir skaðan hann fekk í heyst. Leygardagin var hann við í kappingini í Fredrikshavn, og hann kom á mál á fimtanda plássi. Hetta var ein kapping í A-bólkinum, sum er fremsta deildin í Danmark.
Rógvi var ógvuliga virkin har frammi allan vegin gjøgnum kappingina, men honum eydnaðist ikki at vera við í tí rætta útbrotinum.
Føroyski súkklarin hevði frammanundan gjørt av at leggja nógv fyri í hesi kappingini, so hann kundi royna seg sjálvan, og hvussu langt tað bar. Hetta tók nógva megi frá honum, men hann royndi allatíðina at vera við í oddinum. Hann var við í einum útbroti, men tað vísti seg tá, at Rógvi ikki hevði so nógv veiggj eftir í beinunum, og hann orkaði ikki at fylgja við meira.
Hann royndi tó at fanga henda bólkin aftur seinni, men tað eydnaðist ikki. Vinnarin av kappingini var Søren Petersen, ið er fulltíðar yrkissúkklari og koyrir fyri amerikanska liðið Saturn.
Rógvi Johansen var nummar fimtan á mál, og hetta úrslitið er hann sera væl nøgdur við. Hann heldur, at hann aftur er við at koma aftur í venjing eftir skaðan, sum hevur oyðilagt honum venjingina í vetur.
Rógvi gongur framvegis til kanningar á eini ítróttarlæknastovu, og hann skal leggjast undir skurð í november. Rógvi fær tó súkkla sum vant, og hann merkir ikki stórvegis til skaðan.