Ein av mest royndu føroyskum leikarum nakrantíð er Rógvi Jacobsen. Hann hevur spælt fleiri ár uttanlands, og hann hevur nú í fleiri ár verið ein av berandi kreftunum á landsliðnum. Sosialurin hevur fingið eitt prát við klaksvíkingin, sum spælir við HB.
Rógvi byrjaði at spæla fótbólt í Klaksvík við KÍ. Pápi hansara, Steinbjørn O. Jacobsen er borgarstjóri í Klaksvík.
- Eg byrjaði at spæla sum 6 ára gamal. Men eg var ofta við beiggjunum og pápanum til innandura fótbólt áðrenn, eg byrjaði at venja. Eg havi altíð havt áhuga fyri fótbólti. Eg havi eisini spælt hondbólt og flogbólt, men tað hevur ongantíð verið so seriøst. Fótbólturin hevur altíð havt fyrstu raðfesting, sigur Rógvi.
Hann spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ í 1996. Tá var Rógvi einans 17 ár.
- Dysturin var móti ÍF, og eg kom inn og skoraði. Árið eftir fóru eg og Meinhard Joensen (núverandi málmaður hjá KÍ, blaðm.) niður á fótbóltsskúla í Grenå. Tað var eitt gott upplivilsi. Tá sá eg, at tað er ikki stórur munur á ungum føroyskum og donskum leikarum. Tað er ikki fyrr, enn leikararnir koma upp í 20 ára aldur, at teir útlendsku draga frá teimum føroysku, sigur Rógvi.
Góð upplivilsir
í útlandinum
Rógvi hevur roynt seg uttanlands í fleiri ár. Hann er júst komin heim aftur úr Íslandi, har ið hann spældi við KR.
Rógvi hevur eisini leikt við Sønderjyske í bestu donsku deildini. Hann er glaður fyri sínar upplivingar í útlandinum.
- Tað hevur verið fantastiskt. Eg havi roynt at spæla sum fulltíðaryrkisleikari. Tað er jú tað, sum allir fótbóltsspælarar vilja. Sjálvandi hava eisini verið onkrar løtur, sum hava verið minni góðar, men um tú tekur tað sum eina heild, hevur tað verið sera gott, sigur Rógvi.
Rógvi var fulltíðaryrkisleikari í Íslandi. Nú arbeiðir hann fulla tíð hjá JFJ smíð og spælir fótbólt.
- Fyrsta árið í Íslandi arbeiddi eg hálva tíð við síðuna av fótbóltinum, men seinna árið spældi eg fótbólt burturav. Tað var eitt sindur torført í fyrstani at koma heim at arbeiða fulla tíð og spæla fótbólt. Í Íslandi fekk kroppurin nógva tíð at hvíla, men her eri eg í gongd allatíðina, so eg var sera troyttur í fyrstuni, eftir at eg flutti heim, sigur Rógvi, sum er útbúgvin timburmaður.
Vildi heim aftur
Rógvi kom aftur til Føroya at spæla við HB í summarsteðginum í fjør.
- Eg vildi ikki halda fram í Íslandi. Sáttmálin við KR gekk út, og HB setti seg í samband við meg og KR. HB arbeiddi skjótt, og tí valdi eg at koma heim aftur, sigur hann.
Tað vóru onkrir fyrispurningar úr útlandinum, men tilboðini vóru ikki nóg áhugaverd til Rógva.
- Jákup í Stórustovu hevur ordnað fyrispurningarnar. Tá ið tú ert 27 ára gamal, tekur tú ikki bara eitt hvørt tilboð. Um eg hevði fingið eitt gott tilboð og tryggjað spælitíð frá einum útlendskum felag, hevði eg møguliga tikið av.
HB heldur enn KÍ
Klaksvíkingar høvdu helst vónað, at Rógvi fór at venda aftur til barndómsfelagið KÍ, tá ið hann kom aftur á klettarnar.
- Valið stóð ímillum KÍ ella HB. Men HB arbeiddi skjótari, og teir vístu, at teir veruliga vildu hava meg. Eg havi spælt við bæði KÍ og HB fyrr. Mær dámdi sera væl í HB, og tað gekk væl, so tí valdi eg HB, sigur Rógvi.
Ein kann ímynda sær, at tað er torført hjá Rógva, sum er klaksvíkingur og hevur borgarstjóran í Klaksvík sum pápa, at spæla í Havn fyri HB.
- At byrja við var tað torført at spæla ímóti KÍ. Men nú er tað eingin trupulleiki. Tá ið eg komi á vøllin, spæli eg við hjartanum. Um tú ikki kanst gera tað, skalt tú skifta felag, sigur Rógvi avgjørdur.
Pápin heldur ikki við HB
Rógvi er eisini komin ásamt við pápa sín um, hvussu teir skulu fyrihalda seg til støðuna.
- Pápi var skuffaður av, at eg ikki skifti til KÍ, og hann hevur eisini sagt, at hann ongantíð fer at halda við HB, hóast hann vónar, at tað gongst mær væl. Eg haldi eisini, at pápi, sum er borgarstjóri í Klaksvík, skal stuðla KÍ fult og heilt. Men eg kann jú heldur ikki velja felag eftir pápa mínum, sigur Rógvi, sum leggur dent á, at ein sjálvur skal avgera sína lívsleið.
Tað eru tó fleiri, sum hava eina viðmerking um, at Rógvi spælir við HB.
- Tað eru nógv, sum prika pápa við tí. Men tey duga ikki at seta seg inn í støðuna hjá okkum, sigur Rógvi.
KÍ ein møguleiki
Rógvi vil ikki útihýsa, at hann fer at spæla við KÍ aftur.
- Alt kann henda, og tað er møguligt, at eg fari aftur til KÍ. Tá mín núverandi sáttmáli við HB gongur út, verði eg 29 ár. Eg veit ikki, hvat eg vil tá. Eg taki árini, sum tey koma, og so fái eg at síggja, sigur Rógvi.
Rógvi var ein av berandi kreftunum á HB liðnum, sum vann meistaraheitið í fjør. Rógvi kom við eftir summarsteðgin, og við einum ótrúligum endaspurti eydnaðist tað HB at koma framm um EB/Streym og gerast Føroyameistarar.
- Tað var ótrúligt, at vit skuldu klára tað. Vit høvdu faktiskt mist trúnna uppá meistaraheitið, men tað eydnaðist. Tað tóktist óveruligt. Tað er klárt tað besta meisaraheitið, ið eg havi vunnið, sigur Rógvi Jacobsen at enda.
--------
Fakta um Rógva
Føddur 05.03.1979
Útlærdur timburmaður
Stakur
Heldur við Tottenham
Rógvi um brøðrasamkomuna
- Eg havi samband til brøðrasamkomuna í Føroyum. Eg fari á møti, tá ið eg kann. Ein kann siga, at eg eri føddur inn í brøðrasamkomuna, tí at familjan hevur eisini tilknýti til brøðrasamkomuna
Rógvi um landsliðið
- Tað hevur ikki gingið so væl í seinastuni. Orsøkin er ættarliðsskiftið, sum nógv tosa um. Tað eru nógvir farnir út, og nýggir, góðir leikarar eru komnir ístaðin. Liðið er líka sterkt sum áður, men royndirnar mangla.
Rógvi um íslendskan mat
- Íslendskur matur er ikki góður. Teir hava ein serrætt, sum smakkar sera illa. Tað er fiskur, sum verður grivin niður í jørðina og síðani tikin upp aftur eftir eina tíð.
Rógvi um KÍ
- KÍ er eitt gott og stórt felag. Fólkini rundanum felagið arbeiða sera seriøst, og felagið kann gera seg galdandi í oddinum. Men um vit tosa um visjón 2009, so hevur hendan ætlanin ikki borið nógv av sær enn.