Rógvi gevur avboð

Skaðaavboðini til Jógvan Martin Olsen tykjast ongan enda taka.

Nú er eisini greitt, at maðurin við flestu føroysku landsliðsmálunum ikki er tøkur til ferðina til Serbia.

Rógvi Jacobsen hevur í eina tíð verið plágaður av skaða í lærkrikanum, og eftir dystin hjá KÍ á Skála í gjárkvøldið, gjørdist heilt galið.

Boðini eru, at hetta krevur hvíld í tvær vikur, og tí verður Rógvi ikki partur av hópinum til tær báðar komandi uppgávurnar.

Aðrir menn á skaðalistanum hjá Jógvan Martini Olsen eru Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst, Fróði Benjaminsen, Einar Hansen og Arnbjørn T. Hansen.