Tveir av spælarunum, sum í næstu viku fara til Írlands og Svøríkis saman við Lars Olsen og landsliðnum, dystaðust í gjárkvøldið ímóti hvørjum øðrum í norskum fótbólti. Talan var um Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við Viking Stavanger, sum í landskappingini er á triðja plássi í bestu deildini, og um Rógva Baldvinsson, sum spælir við Bryne FK, sum er á sjeynda plássi í næstbestu deildini.
Hesi bæði feløgini eru mest sum grannar, og tí var áhugin stórur, tá ið tey í kvøld hittust í steypakappingini. Hóast Viking hevði heimavøll, so eydnaðist tað Bryne FK at vinna 4-2.
Rógvi Baldvinsson var alla tíðina vinstri vongverji hjá Bryne FK. Jóan Símun Edmundsson varð skiftur inn í álopið hjá Viking, tá ið 2. hálvleikur var um at vera hálvrunnin. Tá var støðan 3-0 til Bryne. Jóan Símun minkaði um munin lítla løtu eftir, at hann var komin á vøllin, og tá ið Viking so skoraði eina ferð aftrat, var tað heilt spennandi. Men Bryne FK og Rógvi Baldvinsson struku óvæntað avstað við sigrinum, sum at enda var 4-2.
Týsdagin koma Rógvi og Jóan Símun heim at fyrireika seg til ferðina til Írlands og Svøríkis.