Rógvi Baldvinsson: Eg dugi annað enn at gera sjálvmál

Soleiðis tekur ein flennandi Rógvi Baldvinsson til, tá portalurin í gjár tosaði við unga verjuleikaran, ið var so óheppin at gera sálvmál móti Slovenia. Rógvi Baldvinsson flutti sum fýra ára gamal til Norra at búgva, men hann er ikki í iva um at hann er føroyingur av fullum hjarta.

 

- Eg eri føroyingur og skuldi eg valt millum Norra og Føroyar, so er ongin ivi um at eg hevði valt Føroyar, sigur Rógvi Baldvinsson, sum tosar væl føroyskt.

 

Hann spældi fríggjadagin sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar og stóð seg væl fyri uttan at gera sjálvmál.

 

- Eg veit ikki hvat eg skal siga, hatta var ein stórur feilur, men nú er tað farið. Eg haldi vit spældu ein góðan dyst sum lið, men vit høvdu ikki hepni við okkum, sigur Rógvi Baldvinsson.

 

Hann spældi væl áðrenn sjálvmálið og kom eisini væl fyri seg eftir hendingina. Hann taklar eisini støðuna væl, tí tá prátið fellur inn á U-21 landsliðið og málið hja honum móti Andorra, er hann skjótur at leggja afturat, at tað málið kom also í rætta endanum!

 

Tað er sannlíkt, at Rógvi Baldvinsson verður at síggja í miðverjuni hjá føroyska landsliðnum aftur í kvøld.

 

- Eg eri klárur at taka av møguleikanum um eg fái hann aftur móti Estlandi. Eg ætli mær at vísa, at eg dugi annað enn at gera sjálvmál, sigur ein avkláraður Rógvi Bladvinsson.

 

21-ára gamli miðverjin spælur við Ålgård í triðbestu deildini í Norra. Hóast unga aldurin, so er hann liðskipari á liðnum. Teir venja sum fulltíðar fótbóltsspælarar og í løtuni er Rógvi fegin um leiklutin í felagnum.

 

- Tað forpliktar at vera liðskipari hjá Ålgård og tað er ein leiklutur eg viðri nógv. Eg havi fingið onkrar fyrispurningar frá feløgum í bestu og næstbestu deildini, men fíggjarliga støðan í norskum fótbólti ger tað torført hjá mær at flyta í løtuni. Fyribils taki eg eitt ár ella tvey í Ålgård, sigur Rógvi Baldvinsson at enda.

 

Føroyska landsliðið spælur í kvøld klokkan 19:30 móti Estlandi á Svangaskarði.