Rógvararnir Juliane Elander og Anne Lolk máttu sláa seg til tols við einum fjórða plássi í finaluni í dupultscullaranum. Juliane Elander róði saman við føroysku Katrin Olsen til seinastu OL Beijing.
Tær báður Juliane Elander og Anne Lolk róu fyrr í dag í finaluni í lættvektsdupultscullaranum á olympiska róðrarøkinum í Eton Dourney.
Tær løgdu væl fyri, lógu sum nummar fimm út av seks eftir 500 metrar, men bátarnir vóru sera tættir, og tá tær báðar donsku plaga at hava ein góðan endaspurt, vóru vónirnar góðar.
Tíverri endaðist endaspurturin ikki, og harvið blivu tað heimabanahetjurnar úr Stórabretlandi, sum tryggjaðu sær gullheiðursmerkini, meðan kinesararnir vórðu nummar tvey og forsvarandi heimsmeistararnir úr Grikkalandi nummar trý.
Niðanfyri síggjast eldri myndir av Juliane Elander og Katrini Olsen.