Órógvandi vøkstur í veiðiloyvum

Seinnu árini eru fleiri og fleiri loyvi latin grønlendskum útróðrarmonnum, sum fiska svartkalva í jollum.

Seinnu árini eru fleiri og fleiri loyvi latin grønlendskum útróðrarmonnum, sum fiska svartkalva í jollum. Samstundis eru útlit til, at kvoturnar næsta ár fara at minka.

 

KNAP, sum er veiði-og fiskimannafelagsskapur í Grønlandi, heldur, at hetta er ein vánalig kombinatión, sum tikið verður til.

 

Hetta merkir nevniliga, at møguleikarnir at reka fíggjarliga burðardygga fiskiveiði gerast rættiliga avmarkaðir. Bæði í Ilulissat, Ummannaq og í Upernavik er talið av jollu-fiskimonnum vaksið ógvusligt seinnu árini.

 

Úrslitið er, at tað verður minni svartkalvi til hvørt loyvi, sum verður útskrivað. Í Disko-víkini eru soleiðis í miðal 18 tons ti hvønn av teimum 241 jollufiskimonnunum.

 

Í 2013 var talið av loyvum her 197. Um hetta eisini var talið av loyvum í dag, høvdu menn havt 22 tons av fiska hvør. Í avreiðingarvirði merkir hetta einar 100.000 krónur um árið.

 

Í Upernavík-økinum hevur vøksturin í talinum av loyvum eisini verið ógvusligur, og her eiga jollufiskimenninir einans 13,5 tons í part.

 

Støðan órógvar grønlendsku jollufiskimenninar - ikki minst, nú tilmæli eru um at minka um veiðina eftir svartkalva í økjunum.