Órógvandi at Voyager hevur loyst

Ætlandi skuldi fundur verða millum Fiskimannafelagið og útgerðarmannin hjá Arctic Voyager í dag, men tað órógvar Jan Højgaard, at skipið hevur loyst undir lýsta mynstringarbanninum.

Í gjár, týsdagin 19. desember, lýsti Føroya Fiskimannafelag mynstringarbann móti uppsjóvarskipinum, Arctic Voyager TG 965, galdandi frá 20. desember at rokna.

 

Tað er P/F Jókin, ið stendur sum eigari av skipinum, og útgerðarmaður er Ludvík við Stein. Í lýsingini hjá Føroya Fiskimannafelag stendur, at mynstringarbannið er lýst vegna sáttmálabrot.

 

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, sigur við In.fo í morgun, at fundur ætlandi skuldi verða millum Føroya Fiskimannafelag og umboð fyri reiðaríið í dag.

 

- Men, eg gjørdist rættiliga skakkur, tá eg skilti, at skipið kortini hevur loyst, eftir at mynstringarbann er lýst og er vorðið galdandi. Hetta hevði eg ikki væntað, sigur Jan Højgaard.

 

Hann vísir á, at Føroya Fiskimannafelag hevur havt trupuleikar við at fáa reiðaríið at halda sáttmálan, og reiðaríið hevur ikki goldið tað, teir eiga at gera sambært sáttmálanum.

 

- Beint í løtuni veit eg ikki, hvørji stig verða tikin, og fyribils bíða vit eftir, at fundur skal verða við umboð fyri reiðaríið, sigur felagsformaðurin.

 

Jan Højgaard leggur aftrat, at sambært mynstringarlistanum eru bæði føroyingar og útlendingar umborð á Arctic Voyager, sum helst er farin til fiskiskap eftir svartkjafti.