Eitt av teimum heilt serstøku tiltøkunum, sum eru á Ólavsøkuni í ár, er matur umborð á M/S Thorshavn. Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag ber til at fara oman á Kongabrúnna og umborð á róðrarbátin Knørr. Síðani verður róð runt Tinganes yvir ímóti Vágsbotni, har gestirnir fara umborð á M/S Thorshavn. Matstovan Áarstova bjóðar síðani gestunum at sita í tveir tímar tey kunnu vera longri umborð, men so skulu tey upp á dekkið og njóta eina matskrá við fiskasúpan, Áarstovubógvi og rabarbutrifli.
Fyrireikararnir vænta nógv fólk, so fyri at tryggja sær pláss er kanska eitt gott hugskot at bíleggja frammanundan við at ringja til Áarstovu.
Matstovan M/S Thorshavn verður opin frá kl 14 til 22 ólavsøkudagarnar.