Lutaíbúðafeløg: lógaruppskotið um lutaíbúðafeløg er tað størsta av øllum, og óivað størsta bústaðarpolitiska frambrot síðan Húsalánsgrunnurin kom í trýssunum. Við uppskotinum kemur eftirfylgjandi nýskipanin av fíggjarliga ábyrgdarstovninum, og broytingin av mvg- og rentustuðulslógini.
Vardir bústaðir: uppskot um at kunna skipa lutaíbúðir sum vardar bústaðir fyri fólk við serligum tørvi.
Leigulóg: uppskot til fyrstu leigulóg fyri Føroyar, við fylgilóg um lagaligar skatting av leiguinntøkum til tess at økja útboðið av leiguíbúðum.
Sjúkrakassaskipan: uppskot um eina nýggja felags sjúkrakassaskipan fyri Føroyar
Barnsins 1. sjúkradagur: uppskot um at eisini tímalønt fáa lønarendurgjald fyri at vera heima barnsins fyrsta sjúkadag.
Endurbúgving: uppskot um at geva betri atgongd til endurbúgving, so at stuðul til endurbúgving skal vera óheftur av inntøku og ogn hjúnafelags. Hetta uppskot er framlagt og verið gjøgnum 1., 2. og endaliga samtykt við 3. viðgerð uttan at ein einasti fjølmiðil hevur tikið tað upp á tungu !!!
Viðbót til pensjonistar: uppskot um at hækka viðbótina til ávísar pensjonistar (fyrr nevnd brenni- og samskiftisviðbótin) úr 5.556 kr til 6.924 kr. árliga. Hetta hevur verið til 1. viðgerð í løgtinginum í dag.
Stakir uppihaldarar: uppskot um veita serligt barnagjald til stakar uppihaldarar uppá 6.000 kr. árliga.
Vaksinatión: uppskot um ókeypis vaksinatión til pensjonistar. Er sett í verk.
Fyritíðarpensjonistar: uppskot um at veita lægstu fyritíðarpensjonistum serliga viðbót, sum 1.jan..2008 verður 15.000 kr. árliga og 30.000 árliga frá 1.jan.2009. Samstundis verður mótrokningin av aðrari inntøku minkað úr 60 niður í 30%.
Fólkaheilsuráð: uppskot um at Fyribyrgingarráðið verður til Fólkaheilsuráðið og fær til uppgávu at fremja fólkaheilsuætlan landsstýrisins.
Sambýlið fyri sálarsjúk í Tórshavn: verklagslóg um at byggja nýtt sambýli fyri sálarsjúk, 16 mió. kr. til fyrsta byggistig við 10 plássum av 16 tilsamans.
Økisdepil fyri sinnisveik í Suðuroy: verklagslóg um økis- og sosialpsykiatriskan depil fyri 24 mió, harí eisini eru 10 búpláss.
Psykiatrilóg: uppskot til nýggja psykiatrilóg fyri ta gomlu frá 1938. Uppskotið verður væntandi borið niðan í tingið í komandi viku.
Tubbakslógin: uppskotið um alment roykibann í Føroyum liggur klárt og bíðar eftir endaligari tilsøgn til at tað kann verða borið niðan í løgtingið
Fólkapensjónin: arbeitt verður við uppskoti um at minka mótrokningina í fólkapensjónsviðbótini av aðrari arbeiðsinntøku, úr 60 niður í 30%.
Nú vóni eg sjálvsagt at Løgtingið fær høvi og frið til at viðgera øll hesi góðu mál, so tey kunnu verða samtykt og fáa gildi, til frama fyri betri kor og vælferð hjá føroyingum.